Úr 07 Vestur til HB

Betri deildin kvinnur: Ein spælari er lagdur afturat hópinum hjá Betri kvinnum til komandi kappingarár. Talan er um 24-ára gomlu Arnóru á Løgmansbø, sum kemur úr 07 Vestur

Ein spælari er lagdur afturat hópinum hjá Betri kvinnum hjá HB til komandi kappingarár. Talan er um 24-ára gomlu Arnóru á Løgmansbø, sum kemur úr 07 Vestur. Hon hevur drigist við ein skaða, og bleiv skurðviðgjørd í alboganum í summar. Men nú er hon klár at spæla aftur.

 

- Arnóra trívist best á verjukenda miðvøllinum, men kann eisini spæla á øðrum defensivum plássum. Hon er ein, sum berjist um hvønn bólt, og er ikki bangin fyri at fara í nærdystir, skrivar HB.

 

Nú vónar hon at koma fyri seg eftir skaðarnar og koma ordiliga í gongd í HB.

 

– Eg havi ikki spælt so nógv tvey tey seinastu árini, so eg skal fyrst og fremst byggja meg upp aftur. Koma í form. Men venijngarnar her eru intensar, og eg føli mun longu nú, hóast eg bara havi vant við í tríggjar vikur, sigur hon við heimasíðuna hjá HB.

 

Higartil hevur Arnóra á Løgmansbø bara spælt við 07 Vestur, men nú hon er flutt til Havnar, tók hon avgerð um at royna seg aðrastaðni. Og valið fall á HB.

 

– Nú eg flutti til Havnar, var tað nærliggjandi at royna meg her. Og tað var bara eitt ella annað við HB, sum var hugtakandi. Samanhaldið er gott, og venjingarnar eru góðar og gevandi. Eg gleði meg bara til kappingarbyrjan, og fari at gera alt eg kann fyri at fáa pláss á liðnum, sigur Arnóra at enda.

 

Arnóra á Løgmansbø er triðja tilgongdin hjá kvinnunum hjá HB í ár. Ein teirra var Lisa Haraldsen, sum eisini kom úr 07 Vestur.

 

Landskappingin hjá kvinnunum byrjar 27. mars, tá føroyameistararnir úr KÍ koma á vitjan.