- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, men fiskiskapurin eftir upsa er ikki góður. Skipini fáa tó eisini nakað av hvítum fiski. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tað vita tey í dag at siga á Fiskamarknaði Føroya. Tey vita eisini, at allir djúpvatnstrolararnir eru til fiskiskap, men teir eru allir nýliga byrjaðir túr. Djúpvatnstrolararnir fiska upsa, svartkalva og stinglaks.
- Í dag eru bara ein trolbátur til fiskiskap, men væntandi fara fleiri út um vikuskiftið. Helst fara nakrir at fiska havtasku, og nakrir fara helst at fiska tosk og hýsu. Væntandi landa teir síðst í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll garnaskipini fara út um vikuskiftið, og síðan koma teir helst inn aftur at landa í endanum av næstu viku ella fyrst í aðru viku. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er misjavnur.