Í mun til Jóansøku, borðreiddi fjarðastevna í Vestmanna ikki við sama spenningi, sum vit sóu í Vági. Hinvegin staðfestu fleiri manningar, at tær veruliga eru einaráðndi.
Í fimmannaførum við dreingjum lat Fípan Fagra onga iva vera um, at teir eru skjóasta manning á vánni. Við einari bátslongd til Blik, sýndu dreingirnir úr Klaksvík styrki og gott róðrarlag. Eins og Fípan Fagra vísti Kvívíkingur eisini í áttamannafarsróðrinum, hvar skápið skuldi standa á heimasjógvi. Somuleiðis vann Drekin Reyði enn einaferð sannførandi í tíggjumannafarsróðrinum. Tó eru glottar at hóma, tí Vestmenningur var bert fýra sekund frá Drekanum Reyða.
Sama gongd var í fimm- og seksmannafarsróðrarnar við kvinnum. Vinnandi manningarnar róðu enn einaferð sera sannførandi. Bæði Erla Kongsdóttir og Jarnbardur vunnu við ávíkavist 7 og 3 sekundum. Tað er spell, at hesar manningar ikki kappast í sama bólki. Tað er óivað tann dystur, ið flestu kappróðraráhugað bíða eftir, tí manningin á Erlu Kongsdóttir kann utta iva geva Jarnbardi ta kapping, hann ikki hevur fingið seinastu tvey róðrarárini. Somuleiðis kann Jarnbardur geva Erlu Kongsdóttir harðari kapping, enn hon hevur fingið seinastu tvey róðrarárini.
Mest spennandi róðrarnir á fjarðastevnu vóru fimmannafarsróðrin við gentum og seksmannafarsróðurin við monnum. Við einum framúr endaspurti megnaði Silja úr Fuglafirði at taka Fípuna Føgru, sum annars var greitt á odda allan róðurin. Somuleiðis fekk Páll Fangi stavnin fram um í endaspurtinum, hóast heili fimm bátar kappaðust um gullkrónurnar. Tveir framúr róðrar við spenningi í hásæti.
Við hesum úrslitum kunnu fleiri FM-vinnarar tískil longu finnast á Vestanstevnu í Miðvági.
Vestanstevna
5.MF gentur: Aftur hesuferð kunnu vit vænta okkum ein sera spennandi róður. Silja hevur vunnið seinastu tveir róðrarnar, men Fípan Fagra er av álvara vaknað aftur. Silja, Fípan Fagra, Drekin og Jallurin liggja allir framvið gullinum. Hvør eigur besta endaspurtin hesuferð?
5.MF dreingir: Fípan Fagra liggur best fyri at vinna Vestanstevnu við teirri styrki, teir sýndu á Fjarðastevnu. Spurningurin er, um Blikur kann finna stevið aftur?
5.MF kvinnur: Erla Kongsdóttir kann longu gerast Føroyameistari leygardagin. Tað er óhugsandi, at nakar tekur Erlu Kongsdóttir í ár. Spennandi verður hinvegin, hvørt Sílið kann arga Teistan og Havfrúnna.
6.MF kvinnur: Jarnbardur kann eisini gerast Føroyameistari á Vestanstevnu, og tað er sera sannlíkt, at hetta verður veruleiki. Hugsandi er eisini, at Páll Fangi kann rógva seg fram til eitt annað pláss.
6.MF menn: Páll Fangi rør ikki í dag, og tískil liggja fýra bátar framvið gullinum - Hvessingur, Tvørabáturin, Jarnbardur og Rádni. Hvør rakar dagin í Miðvági? Hesin róðurin verður uttan iva spennandi.
8. MF: Tað verður trupult at taka Kvívíking, ið sýndi megi og orku á Fjarðastevnu. Men munurin millum Kvívíking og Knørr var bert tvey sekund, og trý sekund vóru niður til Miðving á triðja plássi. Kann Knørrur finna góða róðurin frá Jóansøku fram aftur? Heldur Miðvingur áfram við at gerast betur og betur?
10.MF: Við fullari stigatalvu kann Drekin Reyði eisini gerast Føroyameistari leygardagin. Spennandi verður at síggaja, um Vestmenningur av álvara kann hótta Drekan Reyða, ella hvørt Drekin Reyði sýnir, at eingin bátar sleppur at nærkast reyða snarljósinum.