Tað var eitt sindur dramatiskt, tá havnarmenn vunnu tepran 1-0 sigur í landskappingini á Argjum sunnukvøldið. Í dag klokkan 16.30 skulu liðini spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.
Tað er nokk ikki nakar ivi um, at HB er stórur favorittur at koma steypafinaluna, eftir at tað bleiv greitt at teir skulu møta AB. Í landskappingini vann HB 5-0 í Gundadali, men síðani hava liðini spælt á Argjum. Nú var munurin væl minni. HB vann 1-0 við máli, sum Adrian Justinussen skoraði.
Dysturin gav eitt tekin um, at argjamenn kunnu spæla við í hálvfinaluni. Lykilin er, at dystirnir líkjast tí á Argjum, heldur enn 5-0 tapinum í Gundadali. Tað skuldi passa argjamonnum væl, at seinni dysturin er á Argjum, men tað krevur at teir megna at halda lív í uppgerðini eftir fyrru hálvfinaluni. HB hevur tað við at vinna dystir við einum máli.
Sjey av teimum tíggju sigrunum, sum HB hevur fingið í ár í landskappingini, eru við einum máli. Megna argjamenn at halda munin til í mesta lagi eitt mál, ella betri, so livir uppgerðin heilt víst eisini til seinnu hálvfinaluna.
Stóri trupulleikin hjá AB er at skjóta mál. Liðið arbeiðir hart og væl, men tað er bara blivið til sjey mál í landskappingini, sum er tað lægsta í Betri deildini hjá monnum - fýra færri enn botnproppurin, 07 Vestur. Tí er ivasamt um hvussu nógv mál AB megar at skora móti sterkastu verjuni í landinum í løtuni.
Stankov uttanfyri
HB hevur ávísar trupulleikar við fólki undan fyrru hálvfinaluni. Aleksandar Stankov hevur trupulleikar við lærkrikanum og verður ikki við. Hartil eru Bartal Wardum, sum ikki var við á Argjum sunnudagin, og Magnus Egilsson ivasamir vegna sjúku. Tó er Dan í Soylu við aftur. Hann hevði leikbann í landskappingardystinum móti AB.
Tí er líkt til, at lámi Daniel Johansen verður fluttur á vinstra bakkin, meðan Dan í Soylu kemur inn á miðvøllin, har Daniel Johansen spældi móti AB.
Fyri argjamenn er ivasamt um høgri bakkurin, Jákup Pauli Breckmann, verður birgur nokk at spæla eftir sjúku. Hann var ikki við sunnudagin. Jobin Drangastein verður heldur ikki við. Sorin Anghel, venjari hjá AB, hevur ikki nógvar spælarar at velja í millum, sum hava royndir í bestu deildini.
Liðtíðindi:
AB:
Ikki við: Hørður Tórsson (økslin, 2 vikur), Absalon Eliasen (knæið, óvist), Jobin Drangastein
Ivasamur: Jákup Pauli Breckmann (sjúkur), Bartal S. Petersen (sjúka)
HB:
Ikki við: Aleksandar Stankov (lærkrikin),
Ivasamir: Bartal Wardum (sjúka), Magnus Egilsson (sjúka), Sebastian Pingel (knæið)
Við aftur: Dan í Soylu