Uppstillingin tykist rættiliga uppløgd

Allan Simonsen, sum saknar Julian Johnsson á miðvøllinum, fer at spæla við tveimum álopsmonnum

So er alt greitt til síðsta landsdystin á heimavølli í ár. Talan er um 50. altjóða skrásettu uppgávuna, og tað verður roknað við fitt av fólki á Svangaskarði. Strandferðslan boðaði í fyrradagin frá, at Ternan 1 siglir av Havnini kl. 12.30 og 14.00, og at Ritan fer av Havnini kl. 13.30. Bátarnir sigla suður aftur, tá stríðið er lokið.

Í gjár vandu føroyingarnir bara fyrrapartin. Tað var ætlanin, at teir eisini skuldu venja seint seinnapartin, men tann venjingin varð avlýst:

? Veðrið hevur verið eitt sindur ótespiligt, men spælararnir hava verið hugaligir. Vøllurin slítist nógv, tá tað er so vátt, og alt hetta eru tilsaman orsøkirnar til, at eg valdi at avlýsa seinnu venjingina í gjár, sigur Allan Simonsen, sum heldur hýrin vera stak góðan millum spælararnar.


Stríðast fyri føðilandið

Allan Simonsen heldur, at tað er møguleiki fyri einum góðum úrsliti, og eitt gott úrslit roknar hann javnleikin, sum hann so leingi hevur tosað um fer at koma:

? Eg sigi ikki, at tað verður hesa ferð, men møguleikin er har. Men skulu vit náa so langt, so er neyðugt, at allir spælararnir sýna rætta hugburðin og ofra seg. Eg plagi at siga við teir, at tað er fyri føroyingar og Føroyar, at teir stríðast, og tá tú stríðist fyri tað, sum tú ert góður við, so leggur tú nógv fyri, sigur venjarin.


Liðið

Allan Simonsen gleðist um, at allir spælararnir, sum hann valdi til hesa uppgávuna, møttu:

? Hesar seinastu ferðirnar hava vit verið nógv darvaðir av skaðum og leikbannum. Hesa ferð sakna vit Julian Johnsson, men tað er gleðiligt at staðfesta, at nógvir eru um boðið. Venjarin vil einki siga um, hvussu liðið fer at síggja út, men á flestu plássunum er púra greitt, hvussu manningin verður. Einasta plássið, sum so at siga ikki er mannað frammanundan, er plássið har Julian plagar at spæla. Møguleikarnir til tað miðvallarplássið eru John Petersen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen og Ingi Rasmsussen, og tað er eisini ein møguleiki at flyta Jan Dam fram hagar. Men mest sannlíkt er tað, at John Petersen verður settur mitt á miðvøllin, og at uppgávurnar hjá hinum vera eitt sindur øðrvísi, enn tær plaga at vera, tá Julian Johnsson spælir við.

Vit rokna við, at teir ellivu, sum fara at standa á vøllinum, tá Klaksvíkar Hornorkestur fer at blása tjóðsangirnar, verða hesir: Jens Martin Knudsen - Henning Jarnskor, Óli Johannesen, Jan Dam, Pól Thorsteinsson, Øssur Hansen - Allan Mørkøre, John Petersen, Jens Kristian Hansen - Jan Allan Müller, Todi Jónsson.


Ongar broytingar

í spælistíli

Tá landsliðið var í Kekkia, hevði Allan Simonsen ikki sæð mótstøðuliðið spælt síðani í EM endaspælinum í Onglandi á sumri í 1996. Landsliðsvenjarin hevði ætlað sær at sæð grannauppgerðina ímillum Slovakia og Kekkia, men tann dysturin varð útsettur, og so noyddist venjarin at líta á tað, hann hevði sæð frammanundan:

? Og teir høvdu hvørki broytt nógv uppá spælistíl ella spælarar. Teir flestu, sum eg hevði roknað við fóru at vera á liðnum, vóru har, og spælið var skipað, soleðis, sum tað var í EM kappingini. Nú er so stutt fráliðið, síðani vit spældu ímóti teimum, at eg rokni við, teir fara at spæla á sama hátt og við umleið somu spælarum.


Mangla onkrar

av teim bestu

Kekkarnir komu ikki til Føroya fyrrenn eftir døgurða í gjár, og eftir ætlan skuldu teir beinleiðis inn á Svangaskarð at venja.

Teir flestu spælararnir, sum vóru við 20. august, eru við í Føroyum, men Karel Poborsky úr Manchester United, sum spældi 63 minuttir í fyrra dystinum, og Patrick Berger úr Liverpool, sum ikki var við fyri trimum vikum síðani, eru ikki við í ferðalagnum.

Umframt teir átjan spælararnar eru átta hjálparfólk hjá venjaranum, Dusan Uhrin, við, og tað eru 19 onnur offisials, sum teir kalla tað, við í ferðalagnum, sum ivaleyt síggja hetta sum eitt gott høvi at síggja eitt nýtt og í teirra eygum kanska sjáldsamt stað, sum tey neyvan hava møguleika at koma aftur til.