Uppsparingin tryggjað og fíggjareftirlitið varðveitt í ríkinum

Hóast Danmark ikki enn veit, um tað skal við í eitt felags europeiskt fíggjareftirlit, er greitt, at eftirlitið við bankum í Føroyum verður varðveitt innan ríkisins karmar - og uppsparingin hjá føroyingum stendur trygg.

- Hetta sær positivt út fyri Føroyar. Vit kunnu vænta, at eftirlitið við føroyskum bankum verður varðveitt á høgum stigi í ríkinum. Harumfram er greitt, at uppsparingin hjá føroyingum stendur púra trygg í ríkisin innskjótaratrygd. Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú áðrenn danska stjórnin í komandi viku, tann 4. desember, fer á fund í Brússel at tingast um treytirnar fyri einum felags europeiskum fíggjareftirliti.

Edmund Joensen hevur reist málið yvir fyri Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, og Anette Vilhelmsen vinnumálaráðharra.

Siktið er at vita, hvussu Føroyar og Grønland verða ávirkað, um Danmark møguliga gerst partur av ætlaða felags europeiska fíggjareftirlitinum. Vinnumálaráðharrin greiðir í skrivligum svari til Edmund Joensen frá, at innskjótaratrygdin - sjálvt trygdarnetið undir innistandandi hjá fólki - skal ikki upp í felags europeisku skipanina. Tað var innskjótaratrygdin, sum í 2010 bjargaði uppsparingini hjá føroyingum, tá ið Eik Banki fór av knóranum.

Harumframt er greitt, at danska fíggjareftirlitið verður varðveitt sum stovnur, sjálvt um eitt felags fíggjareftirlit verður stovnsett. Hinvegin

kunnu eftirlitsheimildir flytast einum felags eftirliti.

Bæði Búskaparmálaráðið og Vinnumálaráðið í Keypmannahavn vátta, at eftirlitið við føroyskum bankum verður varðveitt á sama høga stigi innan ríkisins karmar - hetta hóast Danmark skuldi valt at farið upp í europeisku skipanina.

- Enn eru nakrir óvissir faktorar, men gerst hetta endaliga úrslitið - og tað eru greiðar ábendingar um - so hava føroyingar orsøk til at fegnast, sigur Edmund Joensen.

Føroyar og Grønland eru fastur partur av fíggjarøkinum í ríkinum. Tí má ongin ivi vera um, at eftirlitið við føroyskum og grønlendskum bankum framhaldandi verður á hægsta stigið.

- Um okkara bankar skuldu fylgt øðrvísi ella linari eftirlitsreglum, hevði trúvirðið hjá føroyska fíggjargeiranum viknað. Tá er stórur vandi fyri, at fólk fara at taka pengar úr føroysku peningastovnunum.

- Helst hevði eisini verið dýrari hjá føroysku bankunum og hjá Landsstýrinum at lánt pengar uttanlands. Tað hevði ávirkað rentustøðið og allar húsaeigarar og vinnufyritøkur, ið hava lán í føroyskum bankum, sigur fólkatingsmaðurin.

- Spurningurin um eftirlitið við føroyskum bankum hevur eisini stóran týdning fyri búskaparliga stabilitetin í Føroyum. Tí fer Sambandsflokkurin á Christiansborg støðugt at røkja føroysku áhugamálini, sigur Edmund Joensen.

Europanevnd Fólkatingsins hevur fund um málið í morgin, tann 30. november, og ES-ráðharraráðið hevur fund 4. desember.

Hóast ES-kommissiónin upprunaliga ætlaði at seta felags fíggjareftirlitið í verk 1. januar 2013, er líkt til, at felags eftirlitið fer til verka í 2014

í staðin.

Danska avísin Børsen skrivaði herfyri, at komandi árið skal lógargrundarlagið fáast upp á pláss.

- Tað gevur Føroyum og Grønlandi longri skoðbrá. Tað skal brúkast til at tryggja okkara rættindi væl og virðiliga, sigur fólkatingsmaður

Sambandsfloksins, sum bæði í Uttanríkispolitisku Nevndini og í Europanevnd Fólkatingsins fylgir málinum væl.