Uppskotið hjá Palla ikki viðgjørt í bygdaráðnum

Ferðsla

Palli Gregoriussen, arkitektur, hevur av sínum eintingum gjørt tvey uppskot um, hvussu hann heldur, at ferðsluviðurskiftini í Leirvík kunnu loysast, nú leirvíkingar um nakrar mánaðir noyðast at liva við ferðsluni, sum stendst av, at Norðoyatunnilin letur upp.
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, sigur, at uppskotini hjá Palla vóru á borðinum, tá ið bygdaráðið hevði eyka bygdaráðsfund seinasta fríggjakvøld.
- Men tey vóru ikki til viðgerðar á hesum fundi, sigur hon.
Hon sigur, at bæði uppskotini snúgva seg um, at vegur verður bygdur niðan á brekkuna, síðan verður farið inn í fjallið við tunli - og at enda inn í verandi Leirvíkstunnil.
Borgarstjórin vísir á, at vegalongdin sambært uppskotunum hjá Palla er ymisk, og ymiskt er eisini, hvar í Leirvíkstunlinum, nýggi tunnilin kemur inn.
- Í øðrum førinum kemur nýggi tunnilin inn umleið miðjan Leirvíkstunnilin  og í hinum førinum kemur hann inn nakað longur frammi Gøtu-megin.
Í øðrum førinum er vegurin stytri og tunnilin longri  og í hinum førinum er øvut; vegurin longri og tunnilin stytri.
Fríðgerð Heinesen vísir á, at Palli Gregoriussen sambært tølum, vit kenna við tunnils-og vegagerð, heldur, at projektini høvdu ligið um einar 75-80 miljónir krónur.
- Á eyka bygdaráðsfundinum kundu bygdaráðslimirnir hyggja at uppskotunum, men her eru nógvir spurningar, sum ikki eru svaraðir, tí ongar detaljur eru við í uppskotunum, sigur borgarstjórin.