Løgmaður heldur framvegis, at málið um Føroyar sum eitt valdømi átti at verið sent út til fólkaatkvøðu. Kortini verður málið tikið upp í samgonguni í komandi viku - Tað stendur Edmundi Joensen frítt at leggja eitthvørt mál fyri Løgtingið. Men eg haldi framvegis, at hetta málið er so grundleggjandi, at tað átti at verið sent út til fólkaatkvøðu, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, um uppskotið hjá tingformanninum at skipa Føroyar sum eitt valdømi.
Sambært løgmanni fer samgongan tó at viðgera málið og uppskotið hjá Edmundi Joensen í næstu viku. Edmund Joensen stendur nevniliga ikki einsamallur.
- Fleiri tingmenn ynskja málið viðgjørt í samgonguni, og hesum fara vit at eftirlíka í næstu viku, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður er annars ikki ósamdur við tingformannin, men hann metir tað vera vánalig ?timing? at leggja eitt so týðandi mál so seint í valskeiðinum.
- Málið er upplagt at hava við í eventuellum samgongusamráðingum eftir valið, heldur løgmaður, sum ivast í, um politiska baklandið í ymisku flokkunum er fyrireikað til eina so týðandi broyting í valskipanini so stutt áðrenn komandi val.