Uppskotið fjart frá tilmælinum

- Tað er gott við fleiri økisfriðingum, sum landsstýrismaðurin mælir til, tí hesar gera altíð mun, men tað er spell, at Bjørn Kalsø ikki mælir til at friða innastu leiðirnar, heldur Hjalti í Jákupsstovu Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni hevur í løtuni ikki so góðan hug at gera viðmerkingar til uppskotið hjá Bjørn Kalsø um fiskidagar og avmarkingar í fiskiveiðini fyri komandi fiskiár.

- Vit hava gjørt okkara arbeiði og okkara tilmæli til landsstýrismannin sambært lógini um vinnuligan fiskiskap. Í hesum liggur tað, sum vit hava at siga um vánirnar og útlitini fyri fiskastovnarnar.

Hjalti noyðist tó at ásanna, at uppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap ikki í nóg stóran mun tekur hædd fyri teimum útlitum, ið eru.

- Hetta er langt frá tí, sum vit mæla til, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, sum í fjølmiðlunum hevur verið í orðadrátti við ein annan fiskifrøðing, Kjartan Hoydal, um eitt nú stovnsmetingar og grundarlagið undir veiðitrýstinum.

Hjalti fegnast tó um, at landsstýrismaðurin mælir til fleiri økisfriðingar, tí økisfriðingar gera altíð mun, sum hann tekur til.

Umframt skerjingar í fiskidagatalinum, nú allar ábendingar siga, at serliga gýtingarstovnurin á toski er óvanliga illa fyri, mælir Fiskirannsóknarstovan til, at innastu leiðirnar verða friðaðar fyri vinnuligari húkaveiði.

- Tað hevði verið til stóran bata, um hesar leiðir, sum eru uppvakstrarøki hjá smáfiski, vórðu friðaðar út á tríggjar fjórðingar, men tað vil landsstýrismaðurin sambært sínum uppskoti ikki. Hetta er stórt spell, nú toskastovnurin er so illa fyri, og stór húkaveiða fer fram heilt inn í klettin, sigur Hjalti í Jákupsstovu.