Uppskotið er ónýtiligt í verki

­ Hetta er prógv um, at sjúkrahúsleiðarin als ikki veit, hvussu sjúkrasystrar arbeiða, sigur umboðið fyri sjúkrasystrarnar

Dagny Joensen


Tað stendur ikki so væl til í samstarvsbólkinum, har Birgit Andersen, sjúkrasystir umboðar sín fakbólk.

­ Vit eru sera ónøgdar við uppskotið. Tað kann ikki als ikki nýtast i verki - hvørki fakliga ella fakfelagsliga, sigur Birgit Andersen.

Hon heldur, at ætlaðu bygnaðarbroytingarnar prógva, at sjúkrahúsleiðarin als ikki veit, hvussu sjúkrasystrar arbeiða. Eitt nú tá uppskotið sigur, at deildarsjúkrasystir samstundis skal vera yvirsjúkrasystir fyri eina eind. (Bygnaðarbroytingarnar eru fyribils skipaðar í tríggjar eindir, blkv.) Tað merkir, at yvirsjúkrasystirin skal sita í tveimum sessum í senn.

­ Hava sjúkrasystrarnar gjørt skeivleikan?

­ Tað er ikki okkara uppgáva at skipa bygnaðin. Tað er lutur hjá sjúkrahúsleiðaranum at fáa í lag, sigur Birgit Andersen, ið vísir til uppskotið, sum sjúkrasystrar og Serlæknafelagið hava gjørt, og sum báðir partar hava góðtikið.

­ Veruleikin er, at í dag fyriliggur nýtt uppskot, sum bert yvirlæknarnir kunnu góðtaka, sigur Birgit Andersen.

Hon heldur eisini, at tað er illa umhugsað, at yvirlækni og yvirsjúkrasystir, umframt sjúkrahúsleiðarin skulu skipa arbeiðið í hvørjari eind.

Tað er grundað á, at sjúkrasystrar ikki hava kliniskt virksemi verður sagt í uppskotinum.

­ Tað er ikki rætt, tí vit hava kliniskt virksemi sum er. Eitt nú kemur yvirlæknen á stovugongd, men fer síðani avstað aftur, meðan sjúkrasystirin verður verandi á deildini.

Tí kann uppskotið um bygnaðarbroytingar í núverandi skipan, als ikki lata seg gera, sigur Birgit Andersen.