Uppskot um samkynda giftu lagt fram

Løgtingsfólkini Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn hava seinnapartin lagt fyri tingið trý uppskot til ríkislógartilmæli, sum tilsamans skulu gera tað møguligt hjá samkyndum at giftast í Føroyum.

– Hetta hevur verið eitt ótrúliga trupult lógartekniskt mál, og tí hevur tað tikið langa tíð. Men við góðari hjálp frá áhugafólki, sum hevur skil fyri løgfrøði, hava vit funnið ein veg, sum eisini er góðtikin av løgtingsumsitingini, sigur ein av uppskotsstillarunum, Poul Michelsen.

– Vit hava eina danska hjúnabandslóg, sum vit vilja hava setta í verk í Føroyum við teimum broytingum, sum egna seg at verða settar í verk í Føroyum. Eitt nú eru kirkjumál føroysk, so tí verða tað bara partar av donsku lógini, sum kann galda fyri Føroyar.

Hoyr samrøðu við Poul Michelsen við at trýsta á pílin undir myndini.