Uppskot fyri løgtingið um loysing frá Danmark

Tjóðveldi hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at taka loysing frá Danmark. Í hesum sambandi vil Tjóðveldi hava Løgtingið at samtykka, at eitt uppskot um Grundlóg Føroya verður lagt fram til almenna viðgerð beinanvegin, so at fólkaatkvøða kann verða um tað í seinasta lagi næsta ár.

Samstundis skal ein búskapargrunnur setast á stovn beinanvegin og har skal heildaveritingin úr Danmark setast í soleiðis at ein sjeyndapartur verður settur í hann um árið, við tí fyri eyga, at ríkisveitingin verður heilt burtur av sjálvari fíggjarætlanini í 2018.

- Í seinasta lagi í 2014 verða uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, loftferðslumál, persóns- og familjurættarmál skipað undir føroyskum ræði, og

føroysk lestrarstuðulsskipan til øll føroysk lesandi verður sett í verk.

- Og í seinasta lagi í 2016 verða løgregla, rættarskipan, gjaldoyramál, peningamál, fíggingarvirksemi og ríkisborgararættindi skipað undir føroyskum ræði.

Eisini skulu samráðingar takast upp við donsku stjórnina um framtíðar samstarv, og samstundis skulu Danmark og Føroyar taka stig til eina felags fráboðan til altjóða samfelagið um føroyskt fullveldi og hendan avtalalan skal leggjast til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2018.

Tey flestu gera spurningin um fullveldi til ein fíggjarligan spurning, men hesum er tey í Tjóðveldi ikki samd í.

Seinastu 6-7 árini er ríkisveitingin minkað úr 12,6% niður í 5,5% av BTÚ. Fyri hvønn íbúgvan er her talan um minking upp á góðar 8.300 krónur, frá 21.000 krónur til 12.700 krónur. Leggja vit so upp fyri inflasjónini í hesum tíðarskeiði, er ríkisveitingin lækkað niður í helvt í sjey ár.

Tjóðveldi staðfestir, at tað er hent uttan tær ræðuligu avleiðingarnar, sum fleiri búskaparfrøðingar ávaraðu um.

- Hyggja vit at blokkinum sum part av samlaðu inntøkum landskassans, sæst eisini at landskassin verður meiri og meiri óheftur av danska ríkiskassanum. Lutfallið ímillum blokkin og aðrar inntøkur landskassans er broytt frá 31% í 1998 til 15% í 2007, leggur flokkurin afturat.