Vilmund Jacobsen
Tá grannskoðaravirkið Januar legði fram sína greining av fiskiskipaflotanum á fundi seinnapartin mánadagin, hevði Fróði Sivertsen, sum stóð fyri framløguni, eina rímiliga drúgva frásøgn um gongdina hjá uppsjóvarskipunum, sum í greiningini hesaferð fevnir um nótaskip og ídnaðarskip undir einum.
Hann byrjaði frásøgnina við at viðgera miðalprísirnar hjá hesum skipum árini 2008 til 2012.
- Her síggja vit eina hækking, har miðalprísurin í 2008 var 1,61 krónur fyri kilo, til miðalprísurin við árslok í 2012 var 5,10. Økti miðalprísurin gevur eisini eina sølu fyri hvønn dag, sum soleiðis hevur verið hækkandi heilt fram til 2011, men fellur aftur í 2012.
Ymiskt gongd
Fróði vísti á, at úrslitini hjá skipunum í bólkinum eru ymisk.
- Vit síggja, at sjálvt um gongdin hjá hesum partinum av flotanum hevur verið góð, eru tað kortini øll árini onkur skip, sum hava havt eitt negativt ebitda, meðan onnur hava eitt rímiliga høgt ebitda.
Hann segði, at tað eru ídnaðarskipini, sum liggja í tí lakara endanum, meðan nótaskipini eru í tí ovara endanum.
- At ebitda er negativt, merkir, at skipini hava eitt negativt úrslit fyri rentur og avskrivingar.
Fróði nam síðan við fíggjarstøðuna hjá uppsjóvarvinnuni og segði, at samlaðu aktivini eru økt við stívliga 22% árini 2008 til 2012.
- Her eru skipini bókað til stívliga 794 miljónir krónur, men her er eisini ein frammanundan goldin kostnaður á 217,9 miljónir, so her er samlaða støðisognin ein miljard krónur. Hon minkar so við 100 miljónum krónum árini 2008 til 2009, sum hongur neyvt saman við talinum av skipum, ið vóru 11 í 2008 og 9 í 2009.
Hann segði, at í 2010 veksur materiella støðisognin aftur, tá vit fáa nýbygningar, sum koma inn í flotan. Sjálvt um skipatalið minkar í 2010 niður í átta skip, økist støðisognin til stívliga 1,1 miljard krónur. Sjálvt um skipatalið aftur økist árini 2010 til 2011 og er tað sama í 2012 sum í 2011, verður materiella støðisognin nærum óbroytt.
- Hetta er tí, at tey skip, sum eru komin inn, hava svarað nøkulunda til tær avskrivingar, sum eru gjørdar í hesum partinum av flotanum.
Rakstrarfeløg
Fróði Sivertsen segði, at kapitalpartarnir økjast munandi og tvífaldast árini frá 2008 til 2012, tó er eitt fall árini 2011 til 2012.
- Taka vit fíggjarstøðuna hjá uppsjóvarflotanum og hyggja at samlaðu skuldini, er skuldin í tíðarskeiðinum 2008 til 2012 økt úr 1,580 miljardum í 2008 upp í stívliga 2 miljardir krónur í 2012. Samstundis er eginognin nærum óbroytt.
Hann segði, at orsøkin til hetta er, at tað eru bara rakstrarfeløgini hjá hesum partinum av flotanum, sum eru við í greiningini - og ikki móðurfeløgini.
- Teir brúka tann háttin, at úrslitini verða útlutaði til móðurfeløgini, og har er peningurin. Vit kunnu tó ikki siga, at hetta er peningur, sum beinleiðis er tikin úr vinnuni.
Hann segði, at langfreistaða skuldin í nevnda tíðarskeiði er økt við einum stórum triðingi.
Nøktandi úrslit
Niðurstøðan í frágreiðingini hjá grannskoðaravirkinum Januar um uppsjóvarflotan er, at hesi skip sum heild hava klárað seg væl. Veiðivirðið og úrslit eru økt, og høvuðsorsøkin er økta makrelkvotan.
- Gjaldførið hevur verið skiftandi árini 2008 til 2012, og soliditeturin kann tykjast lágur. Høvdu móðurfeløgini verið við í greiningini, hevði soliditeturin verið munandi hægri.
Fróði Sivertsen segði, at ábendingar eru um, at úrslitið fyri 2013 verður nøktandi.
- Silda-og svartkjaftakvotan er økt, og hetta kompenserar fyri ein lægri miðal avreiðingarprís, legði hann aftrat.