Uppsagnir á Vinnuháskúlanum

Í loftmiðlunum undan samráðnum, sum var 25. februar, søgdu skúlastjórin og landsstýriskvinnan, at sparingarnar á Vinnuháskúlanum, sum Fíggjarnevndin/Løgtingi hevði framt, var beinleiðis orsøkin til:

at leiðslan á skúlanum hevði sæð seg noyddan til at siga trimum royndum lærarum á skúlanum upp, tí skúlin skuldi spara 2,2 mió. kr.

at maskinistaútbúgvingin ikki kundi byrja í august, og

at bachelor útbúgvingin mátti útsetast til 2010

 

Alt hetta varð tó afturvíst í samráðnum. Har fáa vit at vita, at orsøkin til sparingarnar er, at ov nógvir lærarar verða á Vinnuháskúlanum aftaná 1. august í ár, og tí er er neyðugt við uppsagnum.

Orsøkin til ov høga læraratalið var m.a. rasjonaliseringar, sum leiðslan hevði staðið fyri. Og var tað serliga samlestur av lærugreinum, sum gjørdist møguligt, tá skúlarnir vórðu lagdir saman, sum eru orsøk til hesar rasjonaliseringar.

Hóast hesa kunning og niðurstøðu verður aftaná samráðið róð framundir, at tað kortini er fíggjarlógin/Fíggjarnevndin, sum er orsøk til uppsagnirnar á Vinnuháskúlanum, tí játtanin á fíggjarlógini til lønir er so lág. Við hesum í huga ynskir Fíggjarnevndin tí at gera soljóðandi frágreiðing um fíggjarlógartilgongdina:

At játtanin til lønir á Vinnuháskúlanum er komin niður á 12,8 mió. kr., er eitt úrslit, sum er íkomið aftaná, at Løgtingið hevur gjørt sína samtykt.

Tá fíggjarlógin varð løgd fyri Løgtingið, var í uppskoti, at Vinnuháskúlanum skuldi játtast 20,6 mió. kr., herav 16,2 mió. kr. skuldu játtast til lønir. Havandi í huga, at lønarnýtslan í 2008 fór at verða um 12,6 mió. kr, og at ongar ætlanir vóru um økt virksemi á skúlanum. –heldur tvørturímóti, sá Fíggjarnevndin onga osøk til at hækka játtanina til lønir úr 12,6 mió. kr upp í 16,2 mió. kr. Fíggjarnevndin valdi tí at lækka umbidna vøksturin við uml 2,2 mió. kr. (úr 16,2 mió. kr, sum Mentamálaráðið bað um, niður í góðar 14 mió. kr.) Hetta gera vit, tí framskrivingar vístu, at tørvur var ikki á teimum 16,2 mió. kr. til lønir, sum Mentamálaráðið hevði biðið um. Men tá Mentamálaráðið nú fær góðar 14 mió kr. heldur enn 16,2 mió. kr., koma tey til, at 14 mió. kr. er eisini ov nógv! So ger Mentamálaráðið (saman við leiðsluni á Vinnuháskúlanum, mugu vit ganga út frá) av at skarva 1,2 mió. kr meira av lønarjáttanini. Tí endaði talið niðri á 12,873 mió. kr. Hvat hesar 1,2 mió. kr skulu brúkast til, vita vit ikki, men tær eru fluttar frá lønum yvir til keyp av vørum og tænastum.

Eftir stendur, at tað er Mentamálaráðið og leiðsla skúlans, sum hava tryggjað sær, at lønarpuljan á fíggjarlógini fer úr góðum 14 mió. kr. niður í 12,873 mió. kr., og tað er eisini í lagi, um tað ikki er tørvur á hægri játtan. Men talan er um eina lækking í lønum, sum Mentamálaráðið í samráð við Vinnuháskúlan hevur broderað seg fram til uttan um Fíggjarnevnd og Løgting.

 

Anfinn Kallsberg Eyðgunn Samuelsen Bjørn Kalsø

 

Tórbjørn Jacobsen Bill Justinussen Magni Laksáfoss

 

Annita á Fríðriksmørk