Tær fyrstu sparingarnar, sum ætlanin er at fremja á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eru nú settar í verk.
Talan er um 4,5 størv, sum nú eru niðurløgd. og tær endaligu uppsagnirnar vórðu sendar teimum í postinum nú.
Tey vórðu annars uppsøgn beint áðrenn mánaðarskiftið, men tey hava 14 daga hoyringarfreist.
Tann tíðin var úti í gjár men hesa tíðina er onki hent, sum gevur leiðsluni á sjúkrahúsinum møguleika at taka uppsagnirnar aftur.
Tey fólkini, sum nú eru uppsøgd, eru 1/2 starv í køkinum, tvey størv í fysioterapiini, eitt fólk á teknisku deild, umframt fólkið, sum mannar vekslaran.
Broytir ikki avgerð
Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi royndi annars til tað síðsta, at fáa avgerðina um at siga fólki upp, broytta.
Á fundi við politisku feløgini og løgtingsmenn fyri Suðuroynna sunnudagin, upplýsti Ronni Midjord, umsjónarmaður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at hann hevði spurt Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna og helsumálum, um uppdagnirnar skuldu takast aftur.
Hann segði, at tað hevði ørkymlað hann at síggja ein tingmann úr samgonguni boða frá, at uppsagnirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi skuldu takast aftur og hann spurdi samstundis landsstýrismannin, um nøkur grund var at senda tær út yvirhøvur, um tað tær kortini verða tiknar aftur seinni.Tað, hann sipar til í hesum sambandi, er ein samrøða, sum Sosialurin 20. januar hevði við Hergeir Nielsen, einasta samgongutingmann úr Suðuroy, har hann segði seg kunna veita vissu fyri, at uppsagnirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða tiknar aftur. Hann segði, at samgongan skilti, at tær sparingar, sum skuldi setast í verk, bóru ikki til.
Men Landsstýrismaðurin svarar aftur, at hann sær ongan møguleika at broyta avgerðina um at siga fólkinum upp.
Leiðslan skeyt eisini upp, at sjúkrahúsið fekk eina millión til lønir av felagsjáttanini uppá 3,9 milliónir til tekniska útgerð til tey trý sjúkrahúsini og at 500.000 krónur verða fluttar frá rakstri til lønir. Men tað fekk ikki undirtøku.
Helst fleiri uppsagnir
Hóast fimm fólk nú eru søgd upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi, er tað í øllum førum greitt, at fleiri sparingar skulu gerast.
Ronnie Midjord boðaði eisini fundarfólkinum frá, at hann týsdagin hitti Helenu Dam á Neystabø á fundi. Og tá boðaði hon frá, at hon sá ongar møguleikar fyri at at útvega Suðuroyar Sjúkrahúsi meiri pening, so at tað slepst undan sparingum í ár.
Tað einasta, hon sigur seg kunna gera, er at søkja tingið um loyvi at flyta 700.000 krónur frá rakstrinum hjá sjúkrahúsinum yvir til lønir.
Ronnie Midjord segði at hann hevði spurt landsstýrismannin, hvar á rakstrinum tað so skuldi sparast.
Men svarið var heilt greitt, at hetta var eitt mál, sum leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi mátti loysa.
Sparingarnar, sum eru settar í verk, geva 680.000 krónur.
Góðekur tingið at flyta 700.000 krónur frá rakstri til lønir, eru enn 120.000 krónur eftir at spara.
Og eisini tað fer at kosta størv, kanska tvey, alt eftir, nær uppsagnirnar verða settar í verk.
Góðtekur tingið ikki flytingina, eru hinvegin 820.000 krónur eftir at spara.
Í øllum førum hevur landsstýrismaðurin biðið Suðuroyar Sjúkrahús bíða við uppsagnum á seingjadeildini og í ljósmóðurskipanini, til umsóknin um flytingina er viðgjørd í tinginum.