Tað sum tó er undrunarvert er arbeiðslagið, ið nýtt verður, tá hetta verður gjørt. Hóast avvarandi fakfeløg siga, at rætt er farið fram samsvarandi sáttmálum, hongur ikki saman moralskt.
Menniskju, sum eru byrjað blaðung á einum stovni og hava tænt har eitt langt lív, verða tveitt út eini 5 – 10 ár undan eftirlønaraldri og hava ongan verðsins møguleika at finna sær nýtt arbeiði. Tey eru liðug á arbeiðsmarknaðinum, tí førleikarnir, tey hava fingið við í skjáttuna frá fyritøkuni, kunnu ikki nýtast til nakað skilagott.
Framda valið, hvør skal út og hvør ikki, tykist mangan tilvildarligt. Eingin starvsfólkapolitikkur er, og eingin veit tískil, hvussu er valt. Er tað starvsaldur, fakligur førleiki, lønarkostnaður, klókskapur ella býttleiki, hevur viðkomandi hildið seg væl í ogn við skeivar persónar, ella er tað okkurt heilt annað, sum ger seg galdandi, tá veljast skal. Dúgliga verður gitt.
Í tíðini fólk hava verið í starvið, hava tey ongantíð fingið at vita, hvat tey hava gjørt rætt ella skeivt, hvat er gott ella minni gott, so tey kundu ment seg innan økið, har tey eru minni væl fyri, og tí ognað sær teir førleikar, sum kravdust, tikið skeið, eftirútbúgving, broytt atburð um tað var neyðugt o.s.fr.
Í sálarfrøðini verður sagt, at fólk fata bert 10% av tí, sum sagt verður við tey, restina, 90%, fata tey út frá atburði, kropsburði, tónalagi á røddini o.s.fr. Boðskapurin til starvsfólkið, sum eftir situr á slíkum stovni, er tí heilt greiður. Starvsaldur hevur onki at siga her í fyritøkuni, og leiðslan tekur ikki ábyrgd av sínum starvsfólki. Tit fáa heldur ikki at vita hvørjar førleikar, vit leggja áherðslu á. Tá vit meta ikki at hava brúk fyri tykkum longur, verða tit tveitt á dyr.
Undarligt annars at ein leiðsla kann fáa eitt óskrivað blað til arbeiðis, og so siga viðkomandi upp 40 ár seinni, tí tey tá ikki hava førleikarnar, sum krevjast at arbeiða í fyritøkuni. Spurningurin er tí, hvør er ódugnaligur, og átti leiðslan heldur at staðið fyri skotum, tí teir hava ikki megnað at ment førleikan hjá sínum starvsfólkum til tað, stovnurin hevur brúk fyri.
Ein dugnalig leiðsla eigur at fara inn í eitt mennandi samskifti við starvsfólkið, eisini tá uppsagnir eru á dagsskrá. Hetta krevur tó sín mann, og flestu leiðslur megna hetta ikki. Tær tora snøgt sagt ikki, at seta seg yvirav starvsfólkinum, og greiða frá støðuni, uppsøgnini og møguleikum annars. Tí kemur uppsøgnin oftani á ein ófantaligan hátt, har starvsfólk nærum verða biðin um at skrubba av frá degi til dags.
Tað kundi jú verið at fleiri eru áhugað at fara niður í hálva ella kvart tíð, kanska onkur vil sleppa í farloyvi til lestur, at ansa ommu og abbabørnum, sjúkum, kanska onkur hevur hug at gevast nøkur ár undan eftirlønaraldur, at flyta til annað arbeiðsøki o.s.fr. Møguleikarnir eru fleiri, men verða ikki troyttir, tí leiðslan er ódugnalig, stutt og greitt.
Nevndirnar, sum skulu eitast at hava eftirlit við leiðsluni á einum stovni, eru eins ódugnaligar. Tær eru ikki førar fyri at seta fram krøv um m.a. ein starvsfólkapolitikk, men eru bert har, ofta valdar í “venners vold” og sjáldan sambært førleikum.
Franskmenn høvdu undir 1. veraldarbardaga eina skipan teir nevndu fyri decimering. Um ein herdeild kom aftur og hevði tapt ein bardaga, vóru teir menn, sum enn vóru á lívi, stillaðir á rað. Yvirmenninir gingu síðan fram og skutu 10. hvønn mann av sínum egnu. Boðskapurin var greiður, vinn!
“Rule by fear” verður hetta nevnt á enskum, og var hesin leiðsluháttur nógv nýttur fyri 100 árum síðani. Í Føroyum verður hann tó nýttur enn.