Uppsøgnin er grundað á persónlig viðurskifti

Uppsøgnin av einum løgfrøðingi í Fiskimálaráðnum er grundað á persónlig viðurskifti hjá viðkomandi. Møguleikin fyri eini átalu hægri uppi í fyrisitingini í Fiskimálaráðnum er framvegis opin, sigur landsstýrismaðurin. Tann uppsagdi hevur onga viðmerking til málið

?Talan er um persónlig viðurskifti, og tey vil eg onga viðmerking gera til yvirhøvur, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum um uppsøgnina í Fiskimálaráðnum. Tann uppsagdi løgfrøðingurin hevur onga viðmerking til málið yvirhøvur.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at uppsøgnin, sum givin varð í vikuni, er tengd at einum ávísum máli, sum Løgtingsins umboðsmaður hevur átalað í niðurstøðu í samband við eina kæra, hann hevur fingið um málvsviðgerðina í hesum ávísa málinum.
Spurdur um hann harvið vildi siga, at viðkomandi málsviðgeri hevði misrøkt arbeiði sítt í Fiskimálaráðnum, svaraði landsstýrismaður soleiðis:
»Tað kanst tú konkludera út frá tí, eg havi sagt«.
Landsstýrismaðurin varð eisini spurdur, um tað var givin nøkur ávarðing til viðkomandi, áðrenn uppsøgnin varð latin.
Tí spurninginum svaraði hann heldur ógreitt. Hann segði bert, at tær fyriskipanir, sum galdandi eru, verða fylgdar.
Jacob Vestergaard vil heldur ikki koma inn á, um talan er um áhaldandi trupuleikar hjá viðkomandi. Hann tekur bert uppaftur, at talan er um hetta ávísa málið, sum liggur sum grund fyri umsógnini. Um hetta málið so er dropin, sum fleyt yvir, vil hann ikki gera viðmerkingar til.
Beinleiðis orsøkina til, at løgfrøðingurin varð sagdur úr starvi, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vera niðurstøðuna í frágreiðingini, sum komin er frá Løgtingsins umboðsmanni, har viðgerðin av hesum ávísa málinum verður mett sum so álvarsligt lógarbrot, at tað eigur at fáa fylgjur. Og tað hevur tað so fingið, sigur landsstýrismaðurin.
Spurdur um tað ikki er í so lætt at fara niður í fyrisitingina við avleiðingunum, og um tað ikki átti at verði givin ein nøs ella okkurt annað longri uppi í skipanini, sigur hann, at tann møguleikin framvegis stendur opin.
Jacob Vestergard letur skilja, at í hesum ávísa málinum, sum gjørdi, at viðkomandi málsviðgeri varð sagdur úr starvi, hevði ikki borið til at fylgt gongdini hægri uppi og tískil heldur ikki at komið upp í málið og loyst tað, fyrr enn nú, Løgtingsins umboðsmaður kom uppí.
?Tað var nevniliga so, sigur Jacob Vestergaard, at einki skrivligt tilfar var at finna. Alt samskifti, sum verið hevði, var farið fram umvegis teldupost, og einki var journaliserað, sigur hann.
Tað kann tykjast ógvusligt við eini uppsøgn soleiðis, sigur Jacob Vestergaard. Men hann leggur dent á, at allar vanliga reglur í samband við uppsøgn verða fylgdar. Viðkomandi fær skriv við grundgeving fyri uppsøgnini.
?Maðurin er ikki sendur til hús upp á grátt pappír, sigur landsstýrismaðurin, sum tó váttar, at maðurin heldur ikki er til arbeiðis í løtuni.
Jacob Vestergaard sigur seg einki hava frætt um nakað eftirspæl í samband við uppsøgnina so sum eina sak frá fakfelagnum hjá tí uppsagda ella nakað sovorðið.
Sum løgfrøðingur í almennu fyrisitingini skuldi hann verið umboðaður av Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum. Men formaðurin í BLF var staddur uttanlands, tá roynt varð at fá viðmerking haðani, so tað bar ikki til at fáa nakað at vita um støðuna hjá felagnum, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Tá Sosialurin fyrrapartin mikudagin fekk orð á tann uppsagda løgfrøðingin í telefonini, svaraði hann soleiðis eftir at hava hoyrt, hvør tað var, sum ringdi:
»Onga viðmerking«.
So legði hann hornið á.


Myndir

Mynd 1- Jacob Vestergaard