Upprudding hjá FSF

Oddagrein:

Tað er ikki í lagi, at spælarar úttala seg, sum teimum lystir. Í øllum førum fær tað avleiðingar, um farið verður út um mark við útsagnum um tað, sum er farið fram á vøllinum.

Tað er ein veruleiki, sum Fótbóltssambandið hevur sligið fast, nú Bartal Eliasen er leikbannaður í tveir dystir fyri sínar útsagnir um dómaraavrikið hjá Rúna Gaardbo í dystinum millum NSÍ og ÍF.

At krevja eitt minstamark fyri fólkasið er væl eisini upp á sítt pláss. Serstakliga tá hugsað verður um, at spælararnir í fremstu deildunum eisini eru fyrimyndir hjá yngru ættarliðnum av fótbóltsspælarum.

Men í nógvar mátar skapar úrskurðurin fleiri spurningar, sum í besta føri geva FSF ein forkláringstrupulleika.

Longu í mai mánaði í fjør varð staðfest, at spælarar, venjarar og onnur, sum sýna ósømiligan atburð skulu vanliga hava leikbann. Skulu er ikki tað sama sum kunnu, og tí hevur FSF ein forkláringstrupulleika, tá hetta ikki hevur verið praktiserað í fjør. Sum tað framgongur í blaðnum í dag, so hava í øllum førum verið fleiri høvi, har tað vildi verið meira upplagt enn hesaferð, at spælarar ella venjarar vórðu leikbannaðir. Og tað fremur ikki rættartrygdina hjá spælarunum, um ein higar til ónýtt paragraff brádliga verður togað fram og sett í gildi. Ella kanska verða krøvini til Kappingarnevndin um at lurta, lesa og hyggja eftir fjølmiðlafrásagnunum nú tað størri.

Og annar spurningur er gradueringin av revsingini. Kappingarnevndin hevur heimild at geva leikbann í ein til tríggjar dystir. Kanska er bannið til Bartal gylti millumvegurin í so máta, men nakrar av útsagnunum í fjør vóru munandi harðari, tí tær eru beinleiðis álop á integritetin hjá dómaranum. Verandi lógarverk gevur bert heimild at revsa upp til tríggjar dagar fyri hesar útsagnir, og so má revsingin setast í mun til hetta.