Uppritið verður almannakunngjørt

Landsstýrið er sinnað at almannakunngera uppritið til samráðingarnar við donsku stjórnina, so skjótt uttanlandsnevndin vil

? Landsstýrið sær ongan trupulleika í at almannakunngera upprtið. Vit eru samd um, at so opinleikin í málinum um ríkisrættarligu støðuna skal vera so stórur, sum møguligt.

Hetta sigur Høgni Hoydal, eftir mongu atfinningarnar á tingfundinum fyrradagin um, at uppritið til uttanlandsnevndina viðvíkjandi samráðingunum við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya er stemplað í trúnaði.

Landsstýrið hevur fyrr víst á, at tað er umráðandi, at upprtitið verður viðgjørt í trúnaði. Grundgevingin fyri hesum var, at vit skjótt skulu til samráðingar, og tí er týdningarmikið, at danska stjórnin ikki fær frænir av útspæli føroyinga í úrtíð.

Men nú er vent í holuni. Uppritið verður almannakunngjørt so skjótt formaðurin í uttanlandsnevndi, Hergeir Nielsen, hevur givið grønt ljós fyri hesum.

Uttanlandsnevndin hevði sín fyrsta veruliga fund um uppritið í gjár. Sum Sosialurin skilir, varð á hesum fundi gjørt av at ganga mongu áheitanunum frá tinglimum á møti og lata øllum 32 tingmonnunum uppritið. Tó er enn ikki heilt greitt, um uppritið í fyrstu atløgu verður latið tinglimunum í trúnaði, ella tað verður almannakunngjørt beinan vegin.

Tó er heilt greitt, at almenningurin um stutta tíð fær at síggja innihaldið í nógv umtalaða loyniliga uppritinum. Høgni Hoydal sigur, at landsstýrið bert bíðar eftir, nær formaður uttanlandsnevdarinnar heldur tíðina vera búna til hetta.

Spurningurin í hesum sambandi er, um okkara samráðingarstøða ikki viknar, tá uppritið verður almannakunngjørt og danska stjórnin sostætt eisini fær fatur á tí. Men tað heldur Høgni Hoydal ikki.

? Sjálvur samráðingartaktikkurin verður sjálvsagt ikki almannakunngjørdur, sigur Høgni Hoydal og leggur afturat, at landsstýrið kortini fer at vera so opið, sum møguligt fyri føroya fólki í málinum um ríkisrættarligu støðuna.