Uppritið seinkað

Uttanlandsnevndin slapp ikki, eins og ætlað, at viðgera samráðingaruppritið á fundinum fyrrapartin í gjár

Uppritið til samráðingarnar um ríkisrættarligu støðuna var ikki klárt, tá fundurin hjá uttanlandsnevndini varð settur klokkan tíggju fyrrapartin í gjár.

Løgmaður hevur tá ikki skrivað undir uppritið, og sum Sosialurin skilti á honum, var hetta tí, at enn vóru onkrir tekniskir smálutir eftir at kjakast um í landsstýrinum.

Formaðurin í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, sigur, at hann fekk boð frá løgmanni um, at hann kundi vænta sær at fáa uppritið einaferð um ellivu tíðina. Men heldur ikki tá var uppritið klárt, og tí gjørdi formaðurin av at slíta fundin, tá málini á dagsskránni vóru liðugt viðgjørd.

Hergeir Nielsen segði seg á middegi í gjár hava vónir um at fáa uppritið seinni á degnum, og umhugsaði hann tá at kalla saman aftur til fund í uttanlandsnevndini eftir tingfundin.

Um formaðurin í uttanlandsnevndini fekk uppritið og um uttanlandsnevndin hevði fund eftir tingfundin, eydnaðist okkum ikki at fáa at vita áðrenn blaðið fór til prentingar seinnapartin í gjár.