Uppreistur til aðalfundin hjá Bayern Munchen

Viðhaldsfólkini vilja hava felagið at sleppa øllum samstarvið við Katar

Tað hevur vakt ans kring fótbóltsheimin, at umboð fyri viðhaldsfólkini hjá Bayern Munchen gjørdu uppreistur til aðalfundin hjá felagnum í vikuni. Orsøkin er at Bayern Munchen hevur stuðulsavtalur við fyritøkur í Katar.

 

Fleiri av viðhaldsfólkunum vildu sleppa til orðana og tosa um samstarvið, sum felagið hevur verið flogfelagið Qatar Airways. Hesum noktaði forsetin, Herbert Hainer. Tá kom øði í grindina og viðhaldsfólkini fóru at rópa “Hainer út” og “Vit eru Bayern, tað er tú ikki”.

 

Katar er komið brennidepilin, eftir at lítla landið vann sær rættin til at hava HM-endaspælið í 2022. Aftaná bleiv tað staðfest, at tað var mutri og óreinur spælið, at oljustaturin vann sær rættin sum vertstjóð.

 

Síðani hevur stórur kritikkur verið av arbeiðs- og liviviðurskiftunum hjá innfluttu arbeiðsfólkunum, sum hava verið við til at bygt leikvøllirnar til endaspælið. Nú eitt ár er til HM-endaspælið byrjar byrja kritikkurin at veksa serliga í Evropa.