Uppreistrarmenninir útflyta olju

Í dag kemur tangaskipið Equador til libyska býin Tobruk eftir olju, sum uppreistrarmenninir útflyta. Sambært tíðindastovunum er hetta tann fyrsta oljulastin, sum teir libysku uppreistrarmenninir senda av landinum.

Uppreistrarmenninir hava gjørt avtalu við myndugleikarnar í Qatar um oljuútflutningin, og pengarnir fyri oljuna skulu brúkast til neyðhjálp til fólk í tí partinum av landinum, sum uppreistrarmenninir hava ræðið á.

Samstundis hava talsmenn fyri uppreistrarmenninar biðið ST ógilda samtyktina, sum bannar øllum londum at keypa olju úr Libya.