Upplýsti ikki rætta prísin

Brúkaraumboðið mælir fólki til at kann treytirnar væl, tá ið tey fara í venjingarmiðstøðir

Venjingarmiðstøðin, Vælveru Fitnes hevur ikki borið seg rætt at ímóti fólki, sum hava keypt venjing.

 

Tað staðfestir brúkaraumboðið, sum nú hevur fingið Vælveru Fitnes at broyta mannagongdirnar

 

Tað hendir eftir at ein brúkari klagaði Vælveru Fitnes fyri Brúkaraumboðnum.

Talan var um eitt fólk, sum hevði keypt venjing í venjingarstøðini.

Seinni fekk klagarin uppkrav fyri fleiri mánaðir. Orsøkin til hetta var, at haldið ikki var uppsagt og tí helt fram av sær sjálvum

 

- Brúkarin var tó ikki greiður yvir, at talan var um eitt hald og gjørdist tí bilsin av kravinum hon fekk ímóti sær, sigur Brúkaraumboðið.

 

Brúkaraumboðið sigur, at útgangsstøðið er, at tað er tann vinnurekandi, ið skal prógva, at avtala er gjørd.

 

Í hesum føri er tað Vælveru Fitnes, ið skal prógva, at klagarin hevði sett seg fyri einum haldi og ikki keypt venjing í ein mánað.

 

Men er talan um hald, er tað hinvegin brúkarin, ið skal prógva, at hann hevur meldað seg úr ella sagt haldið upp.

 

Í hesum føri metti Brúkaraumboðið ikki, at tað var nóg greitt í avtaluni ímillum klagaran  og venjingarmiðstøðina, at klagarin hevði sett seg fyri einum haldi, ið helt fram, til hetta varð uppsagt.

 

Í hesum sambandi er tað neyðugt, at broyta mannagingdirnar, so at tað er greiðari fyri brúkaran, at talan er um eitt hald, ið heldur fram av sær sjálvum, til tað verður uppsagt.

 

Í sambandi við hetta málið hevur Brúkaraumboðið eisini gjørt Vælveru Fitness vart við, at tá ið hald verður teknað við eini ávísari bindingstíð, varð prísurin fyri alt haldið ikki upplýstur.

 

Og eftir marknaðarføringslógini, skal upplýsast, hvat prísurin er tilsamans.

 

Brúkaraumboðið sigur, at Vælvera Fitness hevur tikið tilmælini frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar og slept kravinum í hesum ítøkiliga málinum.

 

Men venjingarmiðstøðin hevur eisini gjørt greiðari fyri fólki, sum seta seg fyri einum haldi, at tað heldur fram av sær sjálvum. Og samstundis verður upplýst, hvat haldið kostar tilsamans.

 

Tí ger Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið, men mælir kortini fólki til at lesa treytirnar væl, áðrenn tey seta seg fyri einum haldi í venjingarmiðstøðum.