????????????????????
BILAR
Magnus Gunnarsson
????????????????????
Fyrstu árini eftir kríggið og fram til síðst í 60-árunum, vóru bilar lakkeraðir við celluloselakki. Tá í tíðini varð ikki hugsað so nógv um umhvørvið, hvørki um lufteitran ella tað sum bleiv anda niður í lunguni. Inni á bilverkstøðunum blivu buglur rættaðar út, spartlað, pussað og sproyta, alt í sama rúmið, mitt í øllum støvrokinum. Eftir at ein bilur varð liðugt sproytaður við celluloselakkinum, var hann heilt mattur, og mátti tí slípast við slípimassa til hann fekk fullan glans.
Krøvini herd
Seinni kom syntetiska lakkið sum bleiv sproyta við glansi, men uttan herdara, og hevði tískil leingi um at torna. Kvaliteturin bleiv ongantíð heilt góður, fyrr enn akryllakkið við herdara kom. Eisini kom 2 lags-lakkið, har klárlakk verður sproyta uttaná metallic-forlakkið. Við tíðini eru krøvini til umhvørvið herd munandi, og nógvar royndir hava verið gjørdar á lakkverksmiðjunum fyri at fáa lakkið umhvørvisvinarligt. Hetta hevur ikki verið uttan trupulleikar, og á fleiri bilmerkjum hevur fabrikslakkið ikki vart bilin nóg væl ímóti rusti. Men nú sær tað út til at fabrikslakkið er blivið meira umhvørvisvinarligt og kvaliteturin er í ordan. Í dag læra fólk til plátusmiðir og bilmálarar.
Fyrsta sproytukabinan
Fyrsta spoytukabinan í landinum varð sett upp fyrst í sjeytiárunum, á upprættingar og lakkeringsverkstaðnum hjá Carlo Petersen í Torfinnsagøtu. Carlo Petersen var tann fyrsti at umboðað týska Spies Hecker lakkið, ið verður umboðað av donsku fyritøkuni, Baden Jensen. Eisini var hann ein av teimum fyrstu at fáa sær anlegg til at blanda lakkið eftir fyriskrivaðum reseptum. Annars sendi Baden Jensen sínar vørur beinleiðis til kundarnar í Føroyum, fram til 1992, tá P/F Poul Hansen Heilsøla fekk umboðið fyri Spies Hecker framleiðsluna.
P/F Poul Hansen
Ein grund til at P/F Poul Hansen fekk umboðið, var at teir ikki vóru kappingarneytar hjá bilverkstøðunum sum vóru kundarnir hjá Baden Jensen í Danmark. Teir leverað nú alla Spies Hecker framleiðsluna til upprætting og lakkering, bæði í smá og heilsølu. Spies Hecker eru longu klárir við High Solid og Very High Solid tøknifrøðini, sum lúka øll tey strongu krøvini sum koma í gildi í 2007. Tá skulu upploysningarevnini í lakkinum verða skerd við 60 prosentum.