Upplating: Ferðavinnan kann bjarga Bornholm

Á Bornholm í Danmark vónar borgarstjórin, Winni Grosbøll, at avmarkingarnar fyri ferðavinnuna verða tiknar av.

Tað er langt ímillum ferðafólkini á Bornholm í hesum døgum. Landamørkini eru stongd, krav er um frástøðu, og stongdar matstovur, caféir og stuttleikastøð halda ferðafólki burtur frá oynni.

– Hetta við heimsmarknaðunum, sum virki á Bornholm útflyta til, fáa vit ikki gjørt so nógv við her á Bornholm, men vit kundu fingið gongd á ferðavinnuna, so tað í minsta lagi er nakað í gongd á Bornholm, sigur Winni Grosbøll við TV2/Bornholm.

Bornholm hevur eins og restin av Danmark undir koronakreppuna havt bæði húsagangir og vaksandi arbeiðsloysi. Tí vónar Winni Grosbøll, at samráðingarnar um stig tvey í upplatingini av Danmark fer at hjálpa ferðavinnuni.

– Øll ferðavinnan ekur á knøunum, so tað hevði verið ógvuliga gott fyri Bornholm, um vit høvdu fingið nøkur fólk í arbeiði har. So tí hevði tað verið gott við loyvum til uttanduraveiting, at latið caféir og matstovur uppaftur ella fyri tað alt, sum hevur við tað at taka ímóti gestum at gera. Og sjálvandi er eisini ein vón um at lata landamørkini uppaftur, so vit kunnu taka ímóti týskum gestum í summar, sigur Winni Groshøll.

Hesum stuðlar ferðavinnan á Bornholm. Horesta Bornholm hevur eitt stórt ynski til tað, sum stjórnin og heilsumyndugleikarnir koma fram til.

– Allarfyrst hava vit brúk fyri eini langtíðar ætlan, sigur Benny Schou, formaður í Horesta Bornholm.

Og í langtíðarætlaini hevur Horesta-formaðurin nøkur greið ynski til innihaldið.

– Tað er sjálvandi, at mørkini lata upp. Tað hevur eisini týdning, at tað verða greiðar spælireglur, har tað enn loysir seg at hava opið. Tað hjálpir ikki at hava opið, men at tað skulu vera 20 fermetrar til hvønn gestin á matstovuni, sigur Benny Schou.

Á Bornholms Museum, har nógv ferðafólk vitja, vónar Jacob Bjerring-Hansen, stjóri, at tað skjótt fer at bera til at hava opið aftur. Tað nyttar einki, um tað bara vera søvnini, sum sleppa at hava opið.

– Nú tá vit eru tvungin at hava songt, so kunnu vit fáa endurgjald fyri tey starvsfólk, sum vit senda heim. Um vit lata uppaftur og ikki hava so nógvar týskarar ella onnur ferðafólk á Bornholm, so er ikki so nógv at lata upp til, tí tað verður rættiliga dýrt. Tí má endurgjald til, sigur Jacob Bjerring-Hansen.

Líkamikið hvat, so er savnsstjórin til reiðar at lata upp ymsu deildirnar hjá Bornholms Musemum.

– Tað er púra greitt, at vit lata upp, um vit sleppa, og so royna vit, hvussu tað gongur. Men tað er ikki vist, at tað verður við fullum blussu á øllum deildum. Tað mugu vit taka støðu til so hvørt, sigur Jacob Bjerring-Hansen.