Hvør er uttanríkispolitikkurin hjá Føroyum, og hvat er ítøkiliga komið burtur úr almennum ferðum og fundum hjá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum í tilsamans 7 londum?
Hesar báðar spurningar reisti undirritaði alment í gjár.
Beinleiðis orsøkin til spurningarnar er, at Løgtingið hevur ikki fingið nakra kunning um hesar spurningar, hóast Tingið hevur játtað at lata uttanríkisráðnum hjá heimastýrinum 30,7 mió. kr. til virksemi tess.
Undirritaði heitti somuleiðis á formannin í uttanlandsnevndini um at útvega nevndini og Tinginum kunning um nevndu spurningar.
Útvarpið tók málið upp í tíðindaflutningi sínum í gjár. Har segði Jenis av Rana, formaður í uttanlandsnevndini og partur av CHE-samgonguni, m.a., at nevndin hevur fingið nøktandi kunning frá uttanríkisráðnum, og at ongin tørvur er á at fáa meira kunning.
Úttalilsið hjá nevndarformanninum samsvarar ikki við gerðabókina hjá uttanlandsnevndini, ið má metast at vera ein álítandi kelda, ið embætisfólk hjá Tinginum hava skrivað.
Gerðabókin er alment atkomilig, og hon vísir, at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum higartil hevur verið á 4 fundum í uttanlandsnevndini. Á hesum fundum hevur nevndin fingið kunning um ymisk mál. Tó hevur hon IKKI fingið kunning um tað, sum higartil er komið burtur úr vitjanum hjá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum í tilsamans 7 londum.
Sambært almennum upplýsingum hevur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum havt fundir í hesum londum: Íslandi 9.-10. mars, Grønlandi 11.-13. mars, Liktinstein 15. mai, Noreg 26. mai og London, Isle of Man og Edinburgh 28.-30. apríl.
Um so er, at formaðurin í uttanlandsnevndini hevur fingið upplýsingar um, hvørji úrslit eru komin burtur úr fundunum í nevndu londum, eigur formaðurin uttan at drála at lata hinum nevndarlimunum upplýsingarnar. Um hesar upplýsingar ikki eru fevndar av tagnarskyldu, hevði verið hóskandi, at eisini tingfólk og almenningurin verða kunnað.
Úrslitið av fundunum í nevndu londum er kanska – vit vita tað jú ikki – týðandi partur av uttanlandspolitikki Føroya, og tað er ikki meira enn rímiligt, at tingfólk og almenningurin annars fáa innlit í politikkin.
Tað er ikki nóg mikið at seta seg at lesa burtur úr samgonguskjalinum, so sum formaðurin í uttanlandsnevndini gjørdi í tíðindaflutninginum hjá Útvarpinum fyrrapartin í gjár.
Tað grundleggjandi í málinum er, at Løgtingið má vita, hvør uttanlandspolitikkurin er. Tingið hevur jú skyldu at hava eftirlit við landsstýrinum.