? Vit hava valt at skjóta upp at avtaka Filmseftirlitið, tí at tann moralski sensururin, sum tey áseta er nógv øktur seinastu árini, sigur Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna í mentamálum.
Hon greiðir frá, at við tað at útboðið gjøgnum parabolir, internetið og telduspøl er vorðið so nógv og harvið nærum óavmarkað, so er tað greitt, at hesin tørvurin má og eigur at verða dekkaður á ein annan hátt.
Og hetta heldur Annita kann gerast við at leggja dent á upplýsingararbeiðið.
? Vit mugu upplýsa børnum og foreldrum teirra vandarnir við hesum, sigur hon.
Hon og Bill Justinussen, landsstýrismaður, hava tosað um at koyra hesa uppgávuna yvir á Fyribyrgingarráðið, sum verður umsitið av Bill. Kostnaðurin av hesum arbeiðinum er ikki endaliga uppgjørdur enn, váttar Annita á Fríðriksmørk tó.
Annita viðgongur samstundis, at tað eru pengar at spara á Fíggjarlógini á hesum økinum, men talan er bert um 360.000 krónur, so hon sigur, at tað ikki var tað, sum fyrst og fremst var drívmegin handan hetta uppskotið.
Dupultarbeiði
Annita vísir á, at filmarnir, sum koma til landið - tað veri seg antin í biografarnar ella sum videofilmar ? longu frammanundan hava eitt aldursmark. Og tískil heldur hon, at talan er um dupultarbeiði, tá Filmseftirlitið setur aldursmark á filmar, sum longu hava tað frammanundan. Og tað dugir hon ikki at síggja nakra orsøk til.










