Temadagurin verður hildin á Hotel Hafnia, og neurologarnir Bjarki á Rógvi Hansen og Joan Højgaard halda fyrilestrarnar. Fyrrapartin verður greitt frá grundleggjandi upplýsingum um sjúkuna, so sum hvat epilepsi er, hví man fær tað og hvør kann fáa epilepsi.
- Vit, sum hava verið við leingi, vita nógv av tí, sum kemur fram fyrrapartin, men tað koma nýggir sjúklingar til alla tíðina, og tey skulu eisini hava møguleika at fáa alla hesa vitan, so tey kunnu kenna seg tryggan, sigur Randfríð Sørensen, formaður í Epileptikarafelagnum.
Seinnapartin verður greitt frá teimum ymisku viðgerðarhættunum, sum eru fyri epilepsi, bæði um ta medisinsku viðgerðina, sum kann fáast í Føroyum og um aðrar viðgerðarhættir uttanlands.
- Vit skipa fyri hesum temadegnum, tí vit halda, at tað er tørvur á, at fólk verða upplýst um sjúkuna, sigur Randfríð Sørensen.
- Tað eru komnir nógvir nýggir limir í felagið, og vit vilja fegin geva teimum meira innlit í sjúkuna.
Men dagurin er eisini ætlaður teimum, ið dagliga umgangast fólk ið hava epilepsi. Hetta kann til dømis vera lærarar, pedagogar, stuðlar og starvsfólk á sambýlum, so tey kunnu læra seg at fara um sjúklingin á rættan hátt.
Epileptikarafelagið hevur fingið stuðul frá Kiwanisfelagnum Rósan, sum hevur gjørt tað møguligt at halda henda temadag.
Fakta um epilepsi
- Epilepsi vísir seg, við at sjúklingurin fær til- ella ótilvitað herðindi. Herðindini koma av knappligari órógv í nervalagnum í heilanum.
- Í Føroyum eru umleið 400 fólk, sum hava epilepsi. Umleið 130 limir eru í Epileptikarafelagi Føroya.
- Nærum tríggir fjórðingar av fólki við epilepsi kunnu sleppa undan herðindum við røttum heilivági, og nógv kunnu verða lekt.










