Nú skal uppisjóvarvirki byggjast á Tvøroyri. Sambært heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen seinnapartin í dag er tað P/F Varðin úr Gøtu, sum hevur gjørt av at byggja uppisjóvarvirki saman við P/F Delta Seafood.
- Virkið, sum skal standa á bryggjuni á Tvøroyri, skal í byrjanini hava eina framleiðsluorku á 600 tons um døgnið, ið seinni skal økjast uppí 1000 tons um døgnið. Ætlanin er, at virkið skal standa klárt til framleiðslu longu í summar, skrivar heimasíðan.
Lagt verður aftrat, at allur partapeningurin í felagnum er føroyskur.










