Umskifti
Nýggi samskiparin í bygdarhúsinum á Strondum, Sonni Johansen, sum Sjóvar kommuna setti í starv, 1. oktober í ár, hevur róð út í egnum báti, síðan hann var 13-14 ára gamal. Í dag er hann 42.- Tað slítir nógv uppá likamið at vera útróðrarmaður, og eg noyddist at gevast, tí eg var uppslitin.
Sonni sigur, at árini sum útróðrarmaður hava gingið út yvir meginpartin av kroppinum, og seinastu tíðina hevur hann serliga havt trupulleikar við ørmunum og albogunum.
- Tað er væl kent millum menn, sum hava róð út í mong ár, at hetta hevur gingið út yvir bein, lendar, armar og rygg.
Hann sigur, at nú hann er vorðin uppilagstur við arbeiðsskaðum og hevur fingið starvið sum samskipari í bygdarhúsinum, ætlar hann at gera nógv fyri, at lív kemur í aftur húsið.
- Hetta er eitt spennandi arbeiði, sum eg nú fari at leggja mína orku í, sigur Sonni Johansen, samskipari og uppilagstur útróðrarmaður.










