Tey, ið søktu um jólahjálp, vóru fólk, ið vóru langtíðarsjúk, langtíðararbeiðsleys ella høvdu lága inntøku av øðrum orsøkum. Fleiri av teimum, ið søktu um jólahjálp, greiddu frá, at tey bert høvdu ráð at eta heitan mat 3 ferðir um vikuna og summi søgdu, at tey fingu bert heitan mat einaferð um vikuna. Kunnað varð um, at tey, sum søktu um jólahjálp søgdu, at tað nyttaði ikki at venda sær til Almannastovuna at biðja um hjálp (har var ongin hjálp at fáa).
Hví nyttar tað ikki at søkja um forsorgarhjálp?
Orsøkin til at tað ikki nyttar at søkja um forsorgarhjálp, er tí at grundleggjandi lógásetingar í forsorgarlógini vísa til, at hjálpin til undirhalds - t.v.s. hjálpin til at keypa mat, klæðir og allar leysar dagligar útreiðslur - er samsvarandi grundupphæddini í fólkapensjónini. Henda grundupphæddin í fólkapensjónsupphæddini hevur staðið í stað seinastu 13 árini.
Upphæddin til uppihalds í forsorgarlógini stendur í stað 13. árið á rað – meðan prístalið er hækkað 25%
Fólkapensjónsgrundupphæddin ( 4.169 kr. til støk og 3.313 kr. til gift) er ikki regulerað síðan febr. 1999, og sigur tað tí seg sjálvt, at tær príshækkingar, ið hava verið síðan 1999 á mati og øðrum vørum, gera at henda uppihaldshjálp ikki longur røkkur til mat, klæðir og leysar útreiðslur hjá fólki, ið mugu liva av forsorgarhjálp. Alt meðan uppihaldshjálpin í forsorgarlógini ikki er hækkað síðan 1999, vísa hagtøl hjá Hagstovu Føroya, at meðalprístalið fyri mat og aðrar vørur er hækkað við uml. 25% seinastu 13 árini. Undirhaldshjálpin í forsorgarlógini er tískil nú vorðin so niðurlagað, at hon ikki røkkur til vanligan mat ella aðrar leysar útreiðslur – veitingin til undirhalds í forsorgarlógini er vorðin alt, alt ov lág.
Almannastovan mælir til, at upphæddin til undirhalds í forsorgarlógini verður hækkað 41%
Á sumri 2010 sendi Almannamálaráðið uppskot um áseting og javning av almannaveitingum til viðmælis hjá ymsum almennum stovnum og áhugafelagskapum, herundir varð uppskotið sent Almannastovuni til ummælis. (Løgtingsmál nr.: 18/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum). Almannastovan ger í hoyringsskrivi sínum, dagfest hin 28. juni 2010, vart við:
“Sum almannastovan áður hevur víst á, hevur tað, at grundupphæddin í fólkapensjónini ikki er javnað í nógv ár, havt avleiðingar fyri fyribilshjálpina sbrt. forsorgarlógini”
Og sigur Almannastovan somuleiðis:
“Almannastovan fer enn einaferð at vísa á óhepnað sambandi millum fólkapensjónsupphæddina og uppihaldshjálpina sbrt. forsorgarlógini. Tilvísing til grundupphæddina í fyritíðarpensjónini, sum verður og hevur verið javnað árliga, er meiri rímulig/hóskandi í forsorgarlógini § 9, stk. 2 í forsorgarlógini.”
Almannastovan, ið m.a. umsitir hjálp sambært forsorgarlógini og tí kennir til uppihaldstørvin hjá brúkarunum, mælir til stórar hækkingar av fyribils undirhaldshjálpini sambært § 9, stk. 2 í forsorgarlógini. Almannastovan ger vart við, at tað er ein stórur trupulleiki at uppihaldshjálpin í forsorgarlógini er tengd at fastfrystu grundupphæddini í fólkapensjónini, tí henda upphædd ikki verður regulerað, men hinvegin stendur í stað. Í ummæli sinum mælir leiðslan á Almannastovuni frá, at víst verður til grundupphæddina í fólkapensjónini í sambandi við uppihaldshjálp/fyribils forsorgarhjálp sambært § 9, stk 2. Almannastovan mælir til ístaðin at víst eigur at verða til grundupphæddina í fyritíðarpensjónini, sum Almannastovan sigur vera “meiri rímulig/hóskandi”.
At almannastovan mælir til stórar hækkingar av upphædd í forsorgarlógini, ið er ætlað til mat, klæðir og arðar leysar útreiðslur, er sjáldsom hending – Almannastovan ger sera sjálvdan vart við, at almannaveitingar eru ov lágar. Tískil má metast at leiðslan á Almannastovuni í nevnda hoyringsskrivi roynir at siga landsstýriskvinnuni í almannamálum, Rósu Samuelsen, at neyðugt er at gera veruligar og munagóðar ábøtur á livikorini hjá teimum, ið noyðast at liva av uppihaldshjálp sambært forsorgarlógini. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, valdi tó ikki at lurta eftir hesi tilráðing hjá leiðsluni á Almannastovuni. Uppihaldshjálpin í forsorgarlógini, sum langtíðarsjúk, langtíðararbeiðsleys og onnur við lágum inntøkum fáa at liva fyri, varð ikki hækkað við so frægt sum einari krónu fyri árið 2011!
Broytir samgongan og løgtingið valið hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almanna-málum, at fastfrysta alt, alt ov lágu uppihaldshjálpina í forsorgarlógini fyri árið 2011 og velur í staðin at fylgja tilmælinum hjá leiðsluni á Almannastovuni, soleiðis at uppihaldshjálpin í forsorgarlógini verður ásett sambært grundupphæddini í fyritíðarpensjónini - vildu støk fingið uppihaldshjálp upp á kr. 5.879 kr. um mánaðin í staðin fyri sum nú einans 4.169 kr., t.v.s. 1.710 kr. meira um mánaðin, og vildu gift fingið 4.672 kr. um mánaðin í staðin fyri sum nú einans 3.313 kr., t.v.s. 1.359 kr. meira um mánaðin.
Uppihaldshjálpin í forsorgarlógini má við lóg - uttan meiri drál - hækkast munandi
Hjálpartiltakið “Í menniskjum góður tokki” vísti púra greitt, at langtíðararbeiðsleys, langtíðarsjúk og onnur við lágum inntøkum, liva dagliga tilveru, ið er merkt av støðugum fátækradømi, hetta serstakliga tí at ikki er møguligt at fáa neyðuga almenna undirhaldshjálp (pening til mat, klæðir v.m.) grundað á “foroldaðar” lógásetingar í okkara forsorgarlóg.
Landsins ráðandi – Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum varar av forsorgarøkinum, og løgtingið eiga uttan drál at syrgja fyri at uppihaldshjálpin í forsorgarlógini verður hækkað heilt munandi beinanveg, soleiðis sum leiðslan á Almannastovan mælti til í juni 2010, at tryggja at langtíðarsjúk, langtíðararbeiðsleys og onnur við lágum inntøkum ikki framhaldandi verða noydd at liva í støðugum fátækradømi í vælferðarsamfelagnum Føroyar.
Tórshavn, hin 14. februar 2011