Upphitingin gekk sum ætlað

Í meistaradeildini hjá kvinnum, hevur tað í ár bert verið talan um tvey lið, ið kappast um FM-heitið. Júst hesi bæði liðini hava í eina tíð vita, at um ikki eitthvørt heilt óvæntað hendi, fór avgerandi dystur at vera í Fuglafirði, har FM-vinnarin verður funnin

Bæði í ÍF og í SÍ, var seinasta høvið, at fáa seinastu blokkarnar plaseraðir um vikuskiftið, tá bæði liðini høvdu rímuliga lættir dystir.


Seinastu fyrireikingarnar

SÍ vitjaði í Kollafirði, har ungu KÍF kvinnurnar ikki høvdu stórvegis møguleikar, móti einum væluppløgdum SÍ liði, ið nýtti nýggjar ungar kreftir.

KÍF liðið hevur verið skert seinasta helmingin av kappingini, og um vikuskiftið vóru tær enn meira skerdar, tá skaðar høvdu gjørt um seg.

SÍ nýttu eisini nýtt fólk, men har var talan um óskrivað blað, í øllum førum hvat meistaradeildini viðvíkur. Talan er um Lisu Niclasen, ið kom avbera væl frá uppgávuni, og sambært (sis.fo) spældi Lisa væl á miðjuni, hóast hetta var hennara fyrsti dystur í Meistaradeildar høpi.


Rutina móti ungdómi

Enn einaferð vann rutinan móti ungdóminum. Talan í Fuglafirði gjørdist ongantíð um stórvegis spenning, tá mest rutineraða liðið í landinum hevði vitjan av blaðunga Fleyr liðnum, ið má teljast millum yngstu liðini í deildini nakrantíð.

ÍF vann sannførandi 3-0 sigur, og er teirra upphiting til spennandi og avgerandi dystin um ein viku, nærum fullkomin, sum settúrslitini eisini vísa so greitt.


Bronsan endaði í Sandavági

Bronsuheiðursmerkið í ársins kapping endar í Sandavági. Hetta gjørdist greitt, tá Dráttur hevði vitjan av Mjølni, ið annars vóru tættastu kappingarneytarnar hjá vágagellunum. Við sigrinum um vikuskiftið vann Dráttur seg upp á 14 stig, og er tað ov nógv hjá Mjølnir at vinna aftur, sjálvt um tær skuldu vunnið á Tvøroyri, í seinasta umfarinum hjá kvinnunum.


Spenningurin horvin

Hjá monnunum er talan ikki nærum um so stóran spenning, sum tað er hjá kvinnunum, tí FM-vinnarin er longu funnin hjá monnum. Eftir er bert at finna vinnaran av silvurheiðurmerkjunum, og tað verður antin ÍF ella Mjølnir. Vinnarin verður funnin teirra millum í næsta vikuskifti, tá seinasta umfar av flogbóltskappingini fer av bakkastokki.

FM vinanrin varð funnin, tá SÍ vann móti Mjølni leygardagin, og við heimavølli í seinasta dystinum á árinum, liggur tað til Mjølnir, at vinna silvurið.