Upphøggingarstuðul til bilar

Politisk avgerð er tikin í Stórabretlandi um at veita upphøggingarstuðul til bilar, sum eru eldri enn 10 ár.

Nú er politisk avgerð tikin í Stórabretlandi um at veita upphøggingarstuðul til bilar, sum eru 10 ár og eldri.

Roknað verður við, at stuðulin kemur at økja um søluna av nýggjum bilum í Stórabretlandi við 300.000 bilum næstu 10 mánaðirnar.

Eigarar av bilum sum eru eldri enn 10 ár fáa 1.000 pund frá stjórnini og tað sama frá síni bilasølu.

Enskir fjølmiðlar upplýsa, at upphøggingarstuðul seinastu mánaðirnar hevur økt nógv um søluna av nýggjum bilum í Fraklandi, Týsklandi og Italia, men tað er enn ivasamt um hugskotið vinnnur frama í USA, har sølan av nýggjum bilum er fallin við umleið 40 prosentum.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum