Uppgerðin verður í kvøld

Tá Sosialurin royndi at fáa viðmerkingar frá sambands- politikararunum til støðuna í flokkinum, vóru menn ikki serliga tíðindafróir. Alt stendur og fellur við formansvalinum í kvøld, og uppskot kunnu koma í síðslu løtu, áðrenn atkvøtt verður

Atli Hansen, tingmaður í Sambandsflokkinum og varamaður hjá Edmund Joensen í tinginum, var staddur á fiskileið, tá vit hitta hann í telefonini.

Hetta var fyrrapartin í gjár, og Atli Hansen væntar ikki, at hann verður aftur við hús fyrr enn seinnapartin.

Hann er ikki fegin um at tosa við Sosialin í fartelefonini, tí sum hann ofta áður hevur tikið til, hvørt mansbarn í Havn situr og lurtar eftir tí, sum verður flutt um fartelefon.Hann endurtekur tí bert tað, sum hann hevur sagt áður:

­ Tað er ikki ein parlamentarisk ónøgd, sum gevur Edmundi Joensen høvi at útskriva val, sigur Atli Hansen og ásannar, at tað órógvar stóra arbeiðið, sum hevur verið gjørt í tinginum, og sum nú dettur burtur.

­ Eg haldi ikki, at tað var rætt av honum at fara, men vit kundu ikki forða fyri tí.Hann hevur fullan rætt at fara úr Tinganesi.

­ Var tað kanska ikki besta loysnin fyri flokkin, at Edmund Joensen fer frá?

­ Hvørt tað er best fyri flokkin, kann eg ikki svara, tí eg veit ikki, hvat eg best fyri flokkin, fyrr enn aftaná landsfundin, sigur Ali Hansen og setir motorin í gongd og stimar víðari á fiskileið.

Tað kunnu koma nógvar hendingar á leiðini áðrenn landsfundurin hjá Sambandsflokkinum hevur avgjørt, hvør nýggi formaðurin verður.

Tað hevur ljóðað, at kampval verður, men tað fæst ikki greiða á, fyrr enn á sjálvum uppstllingarfundinum í Læraraskúlahøllini í kvøld.

Hinvegin, so stendur fast, at reglurnar hjá Sambandsflokkinum eru soleiðis, at eitt møguligt uppskot um val av formansevni kann setast fram beint áðrenn farið verður til atkvøðugreiðslu. Sostatt veit eingin í flokkinum, hvussu úrslitið verður, fyrr enn á sjálvum fundinum, sigur ein sambandslimur við Sosialin.