Uppgerð millum faðir og son

Dystirnir millum B68 og Víking plaga at verða sannir mannfólkadystir, sum nógvur spenningur plagar at verða um.

 

Men í kvøld er dysturin eyka serligur. Toftamaðurin, Jógvan Martin Olsen er høvuðsvenjari hjá Víkingi, meðan sonurin, André Olsen spælir við B68.

 

- Hetta er nakað rættiliga serstakt. Eg minnist væl í 2002, tá eg var venjari hjá NSÍ, og vit møttu B68 í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Tá var tað ógvuliga serstakt fyri meg at koma til hús, aftaná at hava sligið B68 úr steypakappingini, tá øll børnini spældu við B68. Eg og André hava tosað um hetta, og óannsæð hvat hendir, so vænti eg, at vit fara at taka tað sum menn báðir, sigur Jógvan Martin Olsen í samrøðu við Rás2.

 

Venjarin hjá B68, Bill McLeod Jacobsen hevur góðar vónir: - Tað er langt síðani, at vit taptu á heimavølli seinast, so tað verður ein avbjóðing í sær sjálvum.

 

B68 hevði stórt mannfall aftaná fjórðingsfinaluna ímóti ÍF í kappingini um løgmanssteypið, so B68-venjarin hevur ikki allar mans tøkar til ta spennandi grannauppgerðina ímóti Víkingi.

 

Víkingur hevur 8 stig, B68 hevur 6 stig. Bæði liðini hava higartil spælt fýra dystir.