1. DEILD
Tað gekk heilt stillisliga fyri seg, tá ið B68 leygardagin enn eina ferð tryggjaði sær pláss í Formula deildini. B68 flutti niður í 2004, í 2005 fluttu teir upp, og í fjør fluttu teir niður aftur.
Longu nú, tá ið tað resta fimm umfør av kappingini í næstbestu deildini, er tað greitt, at B68 næsta ár verður annað av liðunum í bestu deildini. Tað er ikki greitt enn, um B68 fer at vinna 1. deild, men tað er greitt, at B68 fer at flyta upp.
Tað var kanska væntandi, at rakettir og fagnaður fóru at vera á Svangaskarði, tá ið uppflytingin var tryggjað, men soleiðis var tað ikki. Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum endaði tað málleyst, tá ið TB vitjaði á Toftum.
Málmøguleikar vóru báðar vegir, og stutt undan leikloki hildu heimaáskoðararnir, at bólturin fór í málið, men tað gjørdi hann ikki.
ÍF er eisini eftir 22. umfør besta boðið upp á hitt uppflytingarplássið. Hesa ferð vunnu fuglfirðingar trivaligan 4-0 sigur á grannunum úr Leirvík, sum so ofta hava spælt ÍF eitt puss. Bartal Eliasen varð rikin av vøllinum, tá ið tað restaði ein stórur hálvur tími. Tá hevði ÍF longu lagt seg framum við fýra málum, og teir kundu havt skorað uppaftur fleiri mál.
FSV04 roynir at stríðast fyri sínum møguleika, og hesa ferð eydnaðist at fáa fulla úrtøku. Men tað stóð nógv á norðuri í Klaksvík. FSV04 hevði yvirvág, men tað gekk striltið at fáa bóltin framvið Mathiasi Samuelsen. Jovan Panic hevði fína frísparksroynd úr seytjan metrum, tá ið tað restaði eitt korter, men bólturin brast í samankomingina aftanfyri KÍ málverjan.
Tá ið fimm minuttir restaðu, varð Andrzej Stretowicz settur á vøllin. Pólski toppskjúttin hjá FSV04 hevur leingi verið skaddur, og tað hevur verið stórur saknur í honum. Toppskjúttin sveik ikki, og lítla løtu fyri leiklok syrgdi hann fyri FSV04 sigursmálinum, sum eisini hevði við sær, at støðan hjá KÍ í botnum ikki sær bjørt út.
Í Runavík vitjaði HB, og havnarmenninir fóru til hús við øllum stigunum. Tað ber við sær, at HB hevur tryggjað sær rættin at halda fram í deildini. Tað skal vilja heilt illa til, um NSÍ ikki eisini skal verða partur av 1. deild í 2008. Einsamalla HB málið skoraði miðverjin Jákup Slættalíð, tá ið 2. hálvleikur var hálvrunnin. Eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram sendi hann bóltin í málið. Marcin David vardi HB málið, og hann stóð seg ógvuliga væl.
Í Sørvági tók heimaliðið seg væl burtur frá hóttanini av niðurflyting. 4-0 sigurin bar eisini við sær, at B36 so at siga er flutt niður. Jóhan Petur á Stongum stútaði einsamalla málið í 1. hálvleiki. Georg Haraldsen økti við góðum langskoti, Jens Erik Rasmussen skoraði til 3-0 við brotssparki, og Kim Poulsen staðfesti rimmar SÍ sigurin, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.