Uppflytingin er tryggjað men framtíðin er óviss (FM1)

(FM1) Hoyr Helga H. Hoydal seta orð á eina gleðiliga uppflyting, men samstundis einari óvissari framtíð í Viking Stavanger

##med2##

Í farnu viku fingu hondbóltsútisetarnir í Noregi, Helgi H. Hoydal og Kjartan Johansen saman við liðfeløgunum í Viking Stavanger vunnu sær uppflytingina til bestu norsku hondbóltsdeildina, ið nevnist Rema-1000 deildin.

Gleðin er stór hjá Helga, Kjartani og hinum, men Corona hevur kastað hondbóltsfelagið hjá teimum í óvissuna, og nú eru Helgi og Kjartan ikki greiðir yvir um Viking Stavanger kann ríða stormin av fíggjarliga, nú øll sjálvboðin í felagnum eru heima við hús, og ongar inntøkur eru hjá felagnum fyri tíðina.

Tí vita Helgi og Kjartan ikki við vissu hvussu verður við løn og sáttmála framyvir.

Seinnapartin ringdi Tróndur Arge til Helga H. Hoydal í Stavanger í Rogalandi í Noregi.

Samrøðan hoyrist á ljóðfíluni omanfyri

(Samrøða við Helga H. Hoydal, Viking Stavanger)