Uppboðssølan skal standa sína roynd

Nógvur spenningur er knýttur til løgtingsfundin, ið er byrjar klokkan 11 í dag. Eitt tað fyrsta málið, ið verður viðgjørt, er 3. og endaliga viðgerð av uppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um uppboðssølu av makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavninum í 2016.


Málið varð samtykt við 2. viðgerð við 17 atkvøðum fyri og 14 móti. Men hóast greiða undirtøku til 2. viðgerð, so er enn óvist hvat úrslitið verður til 3. viðgerð.


Við aðru viðgerð gjørdi nevniliga tveir av teimum, ið atkvøddu fyri, Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, greitt, at teir atkvøddu fyri í fyrstu atløgu, men ynsktu broytingar til 3. viðgerð.


Ongar broytingar eru lagdar fyri tingið enn, men fundarvirksemi var í samgonguni og Javnaðarflokkinum í gjár, har trýst varð lagt á Kristin Michelsen at atkvøða fyri uppskotinum.


Við fjølmiðlarnar í gjár vildi Kristin Michelsen einki siga um hvat hann fór at atkvøða, so hvat lagnan hjá uppskotinum verður, fáa føroyingar fyrst at vita til tingfundin í dag.