Uppboðsøla
Fuglafirði:
Útróðrarmenn í Fuglafirði ætla sær tað høgligari at sleppa av við fiskin. Teir fara at selja á uppboðsølu á bryggjukantinum beint har, sum teir leggja at.
Í reyða pakkhúsinum heimast á havnarlagnum i Fuglafirði, verður í næstum farið undir at innrætta uppboðsøluna. Tað er Fuglafjarðar Útróðrarfelag, sum heviur gingið undna við ætlanini, greiðir borgarstjórin í Fuglafirði frá.
Sigurd Simonsen sigur, at málið var fyri á býráðsfundi í Fulgafirði, og at býráðið tók einmælt undir við ætlanini.
Kommunan eigur hølið á havnarlagnum, sum brúkast skal til endamálið. Tað er eitt pakkhús, sum er 500 fermetrar til víddar. Av hesum er umleið fjórðingurin innrættaður til skrivstovuhøli, og onnur rúm, sum neyðug eru. Í løtuni eru hølini útleigað til goymslubygning hjá Havsbrún, men tann avtalan er uppsøgd.
Fiskamarknaður Føroya á Toftum er við upp á ætlanina, sigur borgarstjórin í Fuglafirði.
Skipað verður fyri ráfiskamóttøku og uppboðsølu á sama hátt sum gjørt veðrur suðuri í Vági og í Sørvági, sigur hann.
Tað verða sjálvandi ikki bara útróðrarbátarnir, sum kunnu brúka hesa uppboðsøluna, uttan eisini størri før, sum vilja leggja upp í Fuglafirði.










