Uppøstur roykjari noyddi flogfar at lenda

Eitt Lufthansa flogfar á veg úr Munchen í Týsklandi til Vancouver í Kanada mátti í vikuni bróta ferðina av nakað eftir fráferð og lenda í Hamburg.

CBS News skrivar, at eitt ferðafólk umborð festi sær í eina sigarett og royndi at lata eina hurð upp í 10.000 metra hædd. Maðurin, sum eftir øllum at døma hevur sálarligar trupulleikar, var uppøstur, og flogskiparin sá sær onga aðra loysn enn at lenda flogfarið í Hamburg.

Har tóku løgreglufólk og heilsustarvsfólk ímóti manninum, sum í fyrsta umfari var sendur á sálarsjúkrahús til kanningar.

Sambært ferðafólkum dugdu flogskipari og starvsfólk umborð sera væl at handafara støðuna.

Flogfarið var tríggjar tímar seinkað til Vancouver eftir millumlendingina í Hamburg.