Uppískoyti til Matummælini í seinasta Gramsi

Hósdagin 11. desember ummælti eg ymiskar matvørur til jóla. Havi hug at greiða gjølligari frá hesum ummælum eftirsum at fleiri misskiljingar hava verið. Dunnur, reyttkál og kirsubersós, sum eru at finna á føroysku handilshillarnar fingu umrøðu. Tað er vert at geva gætur, at fleiri av hesum vørum eru at fáa í flestu føroysku handlum. Eitt nú er tað ikki bara Miklagarður í Havn, sum selir ta ensku Cherry Valley dunnuna. Havi viðhvørt nevnt hetta, at tað er vøran, ið lesarin skal hugsa um og ikki altíð matvøruhandilin, netupp tí at fleiri selja somu vøru. Tó ikki altíð til sama prís. Samkeyp-handlarnir kring landið selja eisini hesa frálíku dunnu frá Cherry Valley. Tó er tað eisini soleiðis, at ikki allir matvøruhandlar í Samkeyp-samstarvinum selja ta minni góðu Dansk And, ið eisini varð umrødd seinasta hósdag. Nevnda dunna varð keypt hjá PE í Havn.