Upp á land at jagstra sjórænarar

USA hevur nú biðið ST um heimild til at jagstra teir somalisku sjórænararnar - bæði á sjógvi og landi

Amerikanskir diplomatar royna í hesum døgum at sannføra ST-trygdarráðið um, at tað eigur at gera eina samtykt, sum skal gera tað møguligt at jagstra sjórænarar uppi á landi.

Ætlanin hjá amerikonsku stjórnini er at fáa samtyktina ígjøgnum trygdarráðið, tá tað í næstu viku fer at umrøða Miðeytsur. Uttanríkisráðharrarnir í Russlandi og Bretlandi, Sergej Lavrov og David Miliband, koma til New York at taka lut í einum Somalia-orðaskifti, sum verður týsdagin, og ætlanin hjá amerikonsku stjórnini er at fáa alt avgreitt ísenn.

Amerikanski varasendiharrin í ST, Alejandro Wolff, sigur við AP, at tað er semja í trygdarráðnum um at steðga teimum somalisku sjórænarunum á sjónum. Men tað amerikanska uppskotið umfatar eisini álop á støðir hjá sjórænarunum uppi á landi, um so er, at somaliska stjórnin góðkennir álopini.

 

NATO hevur herskip úti fyri somalisku strondini, og ES-londini samtyktu mánadagin at senda herskip og flogfør til leiðina at fáa enda á teimum nógvu sjóránunum.