Tað er væl av stórseiði at fáa við dorg, og í dag fingu tveir menn í Nólsoy upp í eina fulla trillibøru, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.
Um tað var sagt í skemti ella ei, er ikki greitt, men uppi í rúgvuni av seiði var eisini ein makrelur, sum eisini segðist vera fingin á seiðadorgini.
Tað vóru svágrarnir báðir, Terji Holm og Edvard Bjarnason, sum saman vóru farnir ein túr í hampiliga góða veðrinum, sum var í dag.
Myndirnar tók Evy T. Nielsen, og tær liggja úti á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.