Upp í 34 í oddsum fyri sigur til føroyska kvinnulandsliðið

Triggjar altjóða veddingarfyritøkur lata odds uppá HM-undankappingardystin millum kvinnulandsliðini hjá Skotlandi og Føroyum á Hampden Park leikvøllinum í kvøld

Klokkan 19.35 í kvøld spæla kvinnulandsliðini hjá Skotlandi og Føroyum HM-undankappingardyst á Hampden Park leikvøllinum í Glasgow. Til ber at síggja dystin á kvf.fo.

 

Í undanfarna umfari taptu Føroyar 0-10 fyri Spania, meðan Skotland vann 2-0 á Ungarn á útivølli.

 

Tríggjar altjóða veddingarfyritøkur lata odds uppá dystin, og tær tríggjar veddingarfyritøkurnar hava allar Skotland sum risafavoritt til at vinna dystin í kvøld.

 

Allar tríggjar veddingarfyritøkurnar lata 1,02 í oddsum uppá skotskan heimasigur. T.v.s. at fyri 100 krónur fáast 102 krónur um Skotland vinnur dystin.

 

Oddsini uppá føroyskan útisigur á Hampden Park leikvøllinum í kvøld liggja millum 26 og 34.

 

Veddingarfyritøkur: Skotland-Føroyar  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
1xBet  1.0213.0034.00
bet-at-home   1.02 14.00 28.00
      
Interwetten  1.0213.0026.00
Gjøgnumsnitsodds:1.0213.3329.33