Tað er javnan at hoyra, at tíðirnar í Føroyum hava ongantíð verið so góðar sum nú.
Men í Føroyar Fuglafrøðifelag og tey í Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag, FNU, halda, at okkurt má vera galið, tí upp á summar mátar hava vit aldrin verið fátækari enn vit eru nú.
Sjúrður Hammer í Fuglafrøðifelagnum, og Theresa Jákupsdóttir í FNU, vísa á, at tað ið tað kemur til náttúruna, hava føroyingar ongantíð verið fátækari.
Í hesum samabandi siga tey, at, at tað verða alsamt færri lyngheiðar í Føroyum og somuleiðis fækkast vátlendini eisini.
Samstundis streyma ferðafólk til landið, og alt tað leggur stórt trýst á viðbreknu náttúruna í Føroyum, siga tey.
Fuglafrøðifelagið og FNU eru tveir av elstu náttúruverndarfeløgunum í Føroyum og tey fara nú at styrkja seg í stríðnum fyri náttúruni.
Tí fara tey nú at seta fólk í parttíðar starv, sum skal leggja arbeiðið til rættis, og sum skal taka sær av nógvum av tí vanliga arbeiðnum, sum limirnir nú gera sjálvir.
Bulurin í feløgunum verður framvegis tær eldsálir, sum leggja tíð og orku í arbeiðið fyri náttúruni, men tey siga, at ein samskipari fer at lætta munandi um arbeiðið hjá limunum.
Tey halda, at tað er alneyðugt at hava stór og sterk náttúruverndarfeløg, sum ikki aftra seg við at mótmæla, tá ið náttúran verður hótt.
Ofta hevur arbeiðið tíverri verið afturlítandi, og tað hava verið nógvir eldar at sløkt.
Men fáa feløgini ein samskipara fer tað at bera til at arbeiða meiri frameftirlítandi við tí, sum tey halda hevur týdning fyri eitt burðardygt samfelag.