Upp í 49 metrar um sekundið í hvirlunum

Hóast veðrið er batnað, so er framvegis nógv vindur.

Vindmátingarnar hjá Landsverk vísa, at hvirlurnar hava verið upp í 49 metrar sekundið á Heltnini á Oyndarfjarðavegnum.

Vindmátarin á Norðradalsskarði er ikki virkin, men við Velbastaðháls eru hvirlurnar upp í 29 metrar sekundið.

Á Brekkuni Stóru á Sandoy hevur verið upp í 33 metrar sekundið.

Í Suðuroy eru eisini harðar hvirlur. Á Øðraskarði á Fámjinsvegnum hevur verið upp í 41 metrar og á Porkerishjálsi upp í 40 metrar um sekundið.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##