Upp í 13 hitastig í næstu viku

Ælaveður um vikuskiftið, men í næstu viku verður upp í 11 stig 2. hvítusunnudag og 13 stig týsdagin, sigur danska veðurstovan DMI.

Køld og turr luft streymar inn yvir Føroyar av norðri. Leygardagin fer eitt hátrýst ein útsynningi úr Føroyum spakuliga í ein landsynning og viknar. Sunnukvøldið fer ein veik hitabrúgv fram við Føroyum av vestri. Týsdagin fer eitt lágtrýst nær Íslandi spakuliga í ein eystan og ein tilhoyrandi kuldabrúgv fer framvið Føroyum av vestri.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Turt og sól og hitin um 7 stig. Leygarnáttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyrst klárt, seinni skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Hvítusunnudag verður lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Um náttina fyri tað mesta skýggjað og mjørki í støðum, men yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 9 stig.

 

2. hvítusunnudag verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið snarar í ein norðan. Rættiliga skýggjað, men yvirhøvur trut. Um náttina gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 11 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samrigið og regn, seinni sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 9 og 13 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin makar hann vindin í lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólg, men møguliga mjørki í støðum. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina um 4 stig.