Univice keypt Awi Boats í Runavík

Maskinverkstaðurin Univice í Runavík, sum serliga veitir tænastur til virkir og skip, hevur keypt báðar bygningarnar og alt konseptið hjá Awi Boats í Runavík, sum gjøgnum árini hevur bygt nakrar hundrað glastrevjabátar.

Aðalstein Anthoniussen hevur øll árini verið ímyndin av Awi Boats, sum hann saman við øðrum byrjaði í Danmark longu í 1972 - og í Føroyum í 1981.

Seinni alibáturin, sum Awi Boats Service í Runavík bygdi og læt alifelagnum Marine Harvest tíðliga í summar, er soleiðis seinasti báturin hjá hesum felag. Hetta var ein sonevndur service-bátur, sum alifelagið brúkar til eftirlit við aliringum, lættari uppgávur og viðlíkahald.

Univice í Runavík hevur nú keypt báðar bygningarnar í Runavík, sum eru á umleið 1300 fermetrar tilsamans.

Í eini tvey ár hevur maskinverkstaðurin leigað niðara bygningin, sum Awi Boats átti í Runavík.

Hesin bygningur er umleið 500 fermetrar stórur og ovari bygningurin, sum er íbygdur, og har bátavirksemi hjá Awi Boats hevur verið, er 800 fermetrar stórur.

Sum skilst, er tað ikki óhugsandi, at Univice fer at halda fram við einum ávísum bátavirksemi, soleiðis at fyritøkan, sum hevur havt úr at gera, eisini hevur hetta beinið at standa á.

Myndina av alibátinum, ið er hin seinasti hjá Awi Boats Service, hevur Torleif Johannesen tikið.