United vil hava Kane

Enska stórfelagið sigst vera til reiðar at gjalda £50 mió til Tottenham fyri at fáa evnaríka áleyparan til Old Trafford

Radamel Falcao heldur ikki fram í Manchester United, og nógv bendir á, at Robin van Persie heldur ikki er partur av ætlanunum hjá van Gaal á Old Trafford.

 

Felagið hevur júst styrkt um álopspartin við hollendska Depay, men nú sigst van Gaal vera til reiðar at leggja £50 mió á borðið fyri at fáa undirskriftina hjá Harry Kane, sum seinasta kappingarár fekk eitt veruligt gjøgnumbrot við Tottenham.

 

Um handilin verður veruleiki, er tó enn alt ov tíðliga at siga. Sum vera man eru ensku miðlarnir á tremur við søgum um møguligar spælarahandlar, og lítil ivi er um, at ein møguligur handil millum Tottenham og Manchester United fer at taka fleiri vikur at fáa í rættlag.