United vann hendingaríka grannauppgerð

Eitt reytt kort til Manchetser City, Paul Scholes aftur í Manchester United og fimm mál. Tað var hvat dysturin millum Manchester City og Manchester United í triðja umfari av FA Cup í dag hevði at bjóða upp á.

 

Dysturin var ikki eitt korter gamal, tá Wayne Rooney hevði lagt Manchester United á odda og Vincent Kompany fingið beinleiðis reytt kort. Málið hjá Wayne Rooney var eitt av teimum flottu, tá hann stútaði eitt Valencia innlegg í tvørstongina og inn.

 

Minuttir seinni fekk Manchester City miðverjin og liðskiparin, Vicent Kompany, beinleiðis reytt kort fyri eina takling móti Nani. Nani sjálvur bleiv ikki raktur og Manchester City leikararnir vóru eisini í øðini um reyða kortið. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at miðverjin er leysur upp frá við báðum beininum, men rakar ikki Nani. Tað eru ymiskar meiningar um reyða kortið, men bæði viðmerkjarar á donsku Kanal 6 og aðrir viðmerkjarar á eitt nú Twitter meta at reytt kort kann væl verjast, tí Vicent Kompany er í leysari luft tá hann taklar.

 

Reyða kortið tóktist ikki nerva heimaliðið so nógv fyrstu løtuna, men tá ein hálvur tímin var leiktur økti Danny Welbeck til 2-0. Tá so Wayne Rooney økti til 3-0 upp á brotsspark fimm minuttir fyri hálvleik mundu Manchester United vóna at teir megnaðu at heva 6-1 tapinum fyrr í hesum kappingarárinum.

 

Roberto Mancini gjørdi tvær verjukendar útskiftingar í hálvleikinum og tað riggaði. Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá Alexandar Kolarov minkaði um munin við beinleiðis frísparki.

 

Tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik kom av álvara spenningur í, tá Sergio Aguero var fyrstur á ein retur, sum danin í Manchester United málinum, Anders Lindegaard, helst skuldi havt hildið.

 

Manchester City var um reppið at javna í evstu løtu, tá Anders Lindegaard ikki megnaði at halda einum frísparki frá Alexandar Kolarov. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð vísti bæði viðhaldsfólk hjá Manchester United og Manchester City sína virðing fyri avriknum hjá sínum monnum.

 

Fyrr í dag gjørdist greitt, at 37-ára gamli Paul Scholes verður ein partur av hópinum hjá Manchester United komandi kappingarár. Hann kom á vøllin tá ein hálvur tími var eftir.

 

FA Cup 3. umfar:

 

Í dag:

Manchester City - Manchester United 2-3

Chelsea - Portsmouth

Sheffield W - West Ham

Peterbrough - Sunderland

 

Mánadagin:

Arsenal - Leeds

 

Fríggjadagin:

Liverpool - Oldham 5-1

 

Í gjár:

Birmingham - Wolves 0-0

Barnsley - Swansea 2-4

Brighton - Wrexham

Bristol R - Aston Villa 1-3

Coventry - Southampton 1-2

Crawley - Bristol C 1-0

Dag & Red - Millwall 0-0

Derby - Crystal Palace 1-0

Doncaster - Notts County 0-2

Everton - Tamworth 2-0

Fleetwood - Blackpool 1-5

Fulham - Charlton 4-0

Gillingham - Stoke 1-3

Hull - Ipswich 3-1

Macclesfield - Bolton 2-2

MK Dons - QPR 1-1

Newcastle - Blackburn 2-1

Norwich - Burnley 4-1

Nottingham F - Leicester 0-0

Reading - Stevenage 0-1

Sheffield U - Salisbury 3-1

Swindon - Wigan 2-1

Tottenham - Cheltenham 3-0

Watford - Bradford 4-2

West Brom - Cardiff 4-2